Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Partabrøvini í P/F Smyril-Line ikki seld á hesum sinni

Nakrir møguligir keyparar vístu áhuga, men tá samanum kom, fekk landsstýrið einki boð uppá partabrøvini

Í vár fekk løgmaður heimild í fíggjarlógini fyri 2023 at selja partabrøvini, sum landið eigur í P/F Smyril-Line. Faroe Law, Numo og Kamaradvokaturin Poul Schmith vunnu útboðið hjá Løgmansskrivstovuni um at standa fyri søluni.

Tilgongdin er nú komin at enda og niðurstøðan er, at eingin søla verður á hesum sinni av partabrøvunum, sum landið eigur í P/F Smyril-Line.

Nakrir møguligir keyparar vístu áhuga, men tá samanum kom, fekk landsstýrið einki boð uppá partabrøvini.

Landstýrið fer í næstum at taka støðu til, hvat víðari skal henda við partabrøvunum.

Kelda: Løgmansskrivstovan