Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

AB endar samstarvið við Henrik Larsen

Argja Bóltfelag hevur í dag endað samstarvið við Henrik Larsen, orsøkin er vantandi úrslit á vøllinum. Tí skal ein nýggjur venjari finnast.

AB liggur í løtuni niðast í Betri Deildini við 1 stigið og bert einum málið.

AB hevði annars eitt fínt kappingarár í fjør, tá ið teir endaðu á einum 8. plássi við 29 stigum, men akkurát ov stuttir til eitt 6. pláss.

Facebook vangin hjá AB skrivar soleiðis:

Nýggjur venjari skal finnast til Betrideildina

Eftir ringu byrjanina í Betrideildini hevur Argja Bóltfelag í dag tikið avgerð um at siga høvuðsvenjara felagsins, Henrik Larsen, úr starvi. Orsøkin er vantandi úrslit á vøllinum í kappingarárinum 2023.

Henrik kom til felagið í summarsteðginum í fjør, har hann yvirtók eitt lið við nógvum nýggjum leikarum, ið skuldi spælast saman mitt í kappingarárinum. Samstundis var liðið í einum niðurflytingarstríði, so arbeiðsumstøðurnar vóru ikki lættar.

Fryntligi danin tók tó uppgávuna á seg við bjartskygni og tí, sum hevur eyðkent hann alla ta tíð, hann hevur verið í felagnum; hansara nærlagni og arbeiðssemi. Við einum rimmar endaspurti í fjør, har AB tryggjaði sær 12 stig síðstu sjey dystirnar og endaði átta stig oman fyri niðurflytingarstrikuna, eydnaðist tað so væl og virðiliga at varðveita sætið í Betrideildini.

Í ár hava úrslitini ikki verið til vildar, og sum tað mangan er í fótbólti, so er tað venjarin, ið at enda stendur við høvuðsábyrgdini. Henrik er tó ongantíð fallin í fátt í stríðnum at fáa stig á kontuna og hevur alla tíðina varðveitt trúnna upp á, at gongdin fór at venda, hóast nógva mótgongd.

Les eisini...  Atgongumerkjasølan til FMA 2024 er byrjað

Vit í AB fara at takka Henrik Larsen fyri tíðina. Í AB hevur Henrik víst seg at vera ein eyðmjúkur maður, ið ikki ger nógvan háva um seg sjálvan, men heldur hevur hann dugað væl at tosa aðrar upp. Samstundis hevur hann ikki verið bangin fyri at siga sum er, um tørvur hevur verið á tí.

AB ynskir Henrik Larsen alt tað besta framyvir.

Arbeiðið at finna nýggjan høvuðsvenjara til besta mansliðið er farið í gongd.