Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Annar dysturin Filip byrjaði inni fyri AB endaði við einum góðum 3-1 heimasigri

Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig og viðmerkjaran, Sigurjón Jónsson siga frá teimum fýra málunum í komu í dystinum inni í Vika á Argjum AB-B68 3-1 (2-0). Hoyr eisini samrøðurnar Petur Asbjørn gjørdi við Filip í Liða og Jákup Paula Breckmann hjá AB, og við Hanus Højgaard hjá B68.

Filip sum byrjaði inni fyri AB fyri aðru ferð í fýra ár er glaður fyri at vera komin fyri seg aftur, og tað ger tað enn stuttligari, at talan gjørdist um ein sigur á ólavsøku. Jákup Pauli viðgongur, at tað kanska ikki var tað vakrasti sigurin, men tað kann vera líkamikið tá AB hevur vunnið, og hevur vunnið seg av aftasta plássinum. Hanus Højgaard hjá B68 iðrar seg um, at teir í B68 ikki vóru nóg neyvir í dag.

Mynd: AB