Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fólk virða enn ikki skeltingina á Sundsvegnum

Aftur í gjár vórðu bøtur skrivaðar, tí fólk royndu at koyra niðan eftir Sundsvegnum, hóast ferðslan er einvegis omaneftir

Fyrradagin vórðu 12 bøtur skrivaðar. Í gjár bleiv blokkurin hjá løgregluni tikin fram tíggju ferðir.

Tað letur til, at fólk ikki virða skeltingina á Sundsvegnum, har tað greitt stendur, at ferðslan er einvegis omaneftir, men at bussleiðin er undantikin og kann koyra vanligt – tó at bussarnir, ið koyra niðaneftir, skulu halda av fyri ferðsluni omaneftir.

Í gjár skrivaði løgreglan tíggju bøtur til fólk, ið royndu at koyra niðaneftir Sundsvegnum, har tað er einvegis ferðsla, og løgreglan sigur, at hon fer at fylgja við, hvussu leikur fer fram í dag eisini.

Sambært Tórshavnar kommunu, so verður vegastrekkið á Sundsvegnum – frá Birnugøtu til Undir Svartafossi – einvegis omaneftir fram til 15. juni 2023.