Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Strandferðslan avlýsir túrar vegna veður

Nógvar avlýsingar eru hjá Strandferðsluni í dag

Nógvur vindur er kring landið í dag. Á Oyndarfjarðavegnum er í morgun máldur vindur upp í 43 metrar um sekundi í hvirlunum, og á Sandavágshálsi vórðu 31 metrar um sekundi máldar í hvirlunum.

Strandferðslan hevur í hesum sambandi boðað frá nógvum avlýsingum í dag, ið serliga raka oyggjarfólk, sum ikki sleppa av ella til oynna.

Fyri veður siglir Nólsoyarleiðin enn ikki í dag. Skopunarleiðin siglir heldur ikki, og tað verður heldur ikki siglt út í Hest.

Sambært veðurforsøgnini fyri í dag, verður boðað frá nógvum vindi um middagsleiti til seinnapartin, og tí kann roknast við broytingum ella møguligum avlýsingum á leið 7, Suðuroyarleiðini.

– Verða broytingar og/ella avlýsingar verður kunnað um hetta skjótast til ber mikudagin 24. mai, skrivar Strandferðslan á heimasíðu sínari.

Eisini er onkur bussleið, sum enn ikki koyrir í dag, millum annað millum Skálafjørð og Oyndafjørð.

Strandferðslan boðar eisini frá, at í løtuni eru trupulleikar við sms-skipanini, men at arbeitt verður við at loysa trupulleikan skjótast gjørligt.