Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Óvæntaða hetjan

Tann 26. mai 1982 tók Aston Villa øll av bóli, tá liðið vann á Bayern München og samstundis tryggjaði sær Europa Cup fyri meistaralið. Óvæntaða hetjan spældi ein framúrskarandi dyst.

Bayern München hevði áður vunnið kappingina tríggjar ferðir og øll 45.000 á Feyenoord Stadion í Rotterdam væntaðu, at Villa fór av vera við undirlutan. Vónirnar vuksu heldur ikki, tá fyrstimálmaðurin, Jimmy Rimmer, noyddist at fara út av vøllinum eftir bara 10 minuttir. Nakað undan dystinum hevði hann fingið ein nakkaskaða og livdi av pínutablettum fyri at klára dystin, men tað bar ikki til og hann noyddist at fara av vøllinum. Villa sendi 23 ára gamla avloysaran, Nigel Spink, á vøllin. Hóast hann kom til felagið í 1977, so hevði Spink bert spælt ein dyst á besta liðnum: Tapið fyri Nottingham Forest annan jóladag 1979. Og nú stóð hann brádliga í Europa Cup finaluni!

Manglandi royndirnar komu kortini ongantíð til sjóndar og hann bjargaði fleiri góðum royndum frá vesturtýskarunum, sum kundu breggja sær av at hava tríggjar av fýra toppskjúttum í kappingini (Dieter Hoeness, Karl-Heinz Rummenigge og Paul Breitner).

Villa skoraði einasta málið í dystinum í 67. minutti. Áleyparin Gary Shaw spældi bóltin fram eftir vinstru síðu, miðvallarleikarin Tony Morley driblaði við bóltinum og legði bóltin tvørtur um, framvið tveimum Bayern-verjuleikarum til ein púra leysan Peter Withe. Áleyparin skuldi bara seta innarusíðuna á og í málið. Frásøgumaðurin Brian Moore segði kendu orðini: “Shaw, Williams, løgdu á í vinstru síðu. Ein góð sending fram til Tony Morley. Og nú má tað vera og tað hendir eisini! Peter Withe skorar!” Heilt óvæntað vann Aston Villa, men besta liðið í Europa kom 6. árið á rað úr Onglandi.

Les eisini...  Moisés Caicedo er ávegis til Liverpool

Nigel Spink spældi við Aston Villa til 1996 og spældi samanlagt 460 dystir, áðrenn hann skifti til West Bromwich Albion.