Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Jákup B grenjar ikki um drúgvu dystarskránna hjá sær

Fáur føroyskur fótbóltsleikari hevur havt drúgvari dystarskrá enn liðskiparin hjá KÍ, Jákup Biskopstø Andreasen, bæði við landsliðnum og við dystum fyri KÍ í Evropa og í Betrideildini. Trygvi Absalonsen fekk í dag eitt samdøgur undan EM-undankappingardystinum hjá Føroyum móti Kekkia í Plzen orðið á Jákup, ið ikki grenjar um drúgvu dystarskránna hjá sær.

Mynd: Trygvi Absalonsen