Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Frá uttandeildarfótbólti til Premier League – við sama felagi

Søgan um ævintýrið Luton Town Football Club er søgan um framúr gott samanhald og dugnaligan handilsskap. Felagið spælir sínar heimadystir á Kenilworth Road, sum bert rúmar 10.356 áskoðarum. Kortini skal felagið búgva seg til Premier League fótbólt komandi ár.

Miðvallarleikarin og landsliðsleikarin hjá Fólkaræðislýðveldnum Congo, Pelly Ruddock Mpanzu, hevur verið við á allari ævintýrarferðini og sleppur hann á vøllin fyri Luton Town komandi kappingarár í Premier League, so gerst hann tann fyrsti leikarin nakrantíð, sum hevur tikið leiðina allan vegin upp gjøgnum deildirnar við sama felagi. Frá National League, League 2, League 1, Championship og so Premier League.

Luton Town brúkti annars 16 leikarar í trimum frásáldingardystum:

  1. Ethan Horvath læntur frá Nottingham Forest
  2. Tom Lockyer keyptur frá Charlton Athletic
  3. Gabriel Osho ókeypis frá Reading
  4. Amarii Bell ókeypis frá Blackburn Rovers
  5. Marv Nakamba læntur frá Aston Villa
  6. Pelly Ruddock Mpanzu keyptur frá ungdómsdeildini hjá West Ham United
  7. Jordan Clark ókeypis frá Thurrock
  8. Cody Drameh læntur frá Leeds United
  9. Elijah Adebayo keyptur frá Walsall
  10. Alfie Doughty keyptur frá Stoke City
  11. Carlton Morris ókeypis frá Barnsley
  12. Dan Potts ókeypis frá ungdómsdeildini hjá West Ham United
  13. Joe Taylor keyptur frá Peterborough
  14. Fred Onyedinma keyptur frá Wycombe Wanderers
  15. Reece Burke ókeypis frá Hull City
  16. Luke Berry keyptur frá Cambridge United

Hesi nøvnini skal man venja seg við komandi ár og so er tað gott, at Elijah Adebayo ikki brúkar alt navnið, sum er: Elijah Anuoluwapo Oluwaferanmi Oluwatomi Oluwalana Ayomikulehin Adebayo. Spennandi verður at fylgja Luton, Pelly Ruddock Mpanzu og Elijah Adebayo komandi kappingarár.