Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fyrsta Old Firm grannauppgerðin

Celtic Football Club varð stovnað afturi í november 1887 í býarpartinum Calton í Glasgow av Bróðir Walfrid, sum valdi navnið “Celtic” fyri at leggja dent á írska arvin í økinum. Tað varð ein avgerð, sum setti nýggja felagið í samband við Hibernian í Edinburgh, sum varð stovnað í 1875. Hibernia er gamalt latínskt og merkir oyggin Írland. Hibernians sipar sostatt til írska fólkið.

Celtic FC spældi ikki fyrsta almenna dystin fyrr enn 28. mai 1888 ímóti ongum øðrum enn… Glasgow Rangers. Tá var ongin landskapping, hon byrjaði ikki fyrr enn í kappingarárinum 1890-91, so Rangers leikti í skotsku steypakappingini, steypakappingini í Glasgow, í ymiskum øðrum steypakappingum til frama fyri vælgerandi endamál og einari ørgrynnu av vinadystum. Samanlagt spældi Rangers 45 dystir fyri kappingarárið 1878-88 og tann seinasti var altso ein vinardystur á útivølli ímóti Celtic. Rangers stillaði ikki við sterkasta liðnum, meðan Celtic lænti fleiri leikarar frá Hibernian, men Celtic vann kortini dystin 5-2 framman fyri 2.000 áskoðarum. Neil McCallum skoraði allarfyrsta málið fyri Celtic, sum tað mánakvøldið spældi í hvítum skjúrtum við grønum kraga.

Dysturin fekk annars keðiligar fylgjur millum bæði “írsku” feløgini, tá Celtic seinni í august mánaða reyk avstað við fleiri av teimum læntu Hibernian-leikarunum.

Bløðini frá samtíðini skrivaðu annars um sjálvan dystin, at talan var av sonnum um ein vinardyst millum feløgini og fór fram í sátt og semju. Síðani er komið meira bit í grannauppgerðirnar millum liðini, sum hava ment seg til eitt tað størsta og kendasta kappingarstríðið í fótbólti, har Celtic og Rangers vanliga hava kappast ímóti hvørjum øðrum um skotsku steypini. Celtic og Rangers hava spælt 436 dystir í stórum kappingum, har Rangers hevur vunnið 169 dystir, Celtic 165 dystir og 93 javnleikir. Sínámillum hava feløgini vunnið skotska meistaraheitið samfull 108 ferðir – Rangers eigur framvegis metið við 55 meistaraheitum, men Celtic nærkast av álvara við 53 meistaraheitum.