Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Leeds og Leicester flyta niður

Ein nervapirrandi dagur, tá ið seinasta umfarið var leikt í Premier League.

Leicester sum seinast vann meistaraheitið í 2016, hevði møguleikan at yvirliva, um Everton misti stig. Kravið var ein sigur og tað fingu teir eisini avgreitt við einum 2-1 sigri á West Ham. Málskjúttarnir vóru Harvey Barnes og Wout Faes.

Leeds vóru upp undir hettar umfarið størstir favorittar at flyta niður, tá ið úrslitini á King Power Stadium og Goodison Park spældu ein stóran leiklut, um teir hvítu kundu yvirlivað. Málmunurin var ikki til fordeil fyri Leeds og mótstøðan var Tottenham á Elland Road. Tottenham legði seg beinanvegin á odda við málið frá Harry Kane og Tottenham fingu eisini økt um leiðsluna, áðrenn Jack Harrison minkaði um munin. Men tað kom ikki meira frá heimaliðinum og Tottenham kundi fara til London við einum 4-1 sigri.

Everton skuldi brúka 3 stig ímóti Bournemouth á Goodison Park, fyri at tryggja pláss í Premier League næsta kappingarár. Tað eydnaðist eisini teir bláu úr Liverpool at tryggja sær ein 1-0 sigur. Málskjúttin gjørdist Abdoulaye Doucoure, tá ið 57 minuttir vóru farnir. Tað blivu nakrir nervapirrandi minuttir á Goodison Park, tá ið dómarin Stuart Atwell legði 10 minuttir afturat vanliga leiktíð. Men Everton helt út og kundi tryggja sær enn eitt kappingarár í Premier League.

Hettar merkir at Leicester, Leeds og Southampton flyta niður úr Premier League.

Leicester sum vann meistaraheitið í 2016, skifti venjara miskeiðis í kappingarárinum, tá ið Dean Smith avloysti Brendan Rodgers. Ein dyggiligur smeitur fyri The Foxes, tá ið fleiri av stjørnunum vantast nú at skifta felag aftaná niðurflyting.

Les eisini...  Liverpool uttan Jürgen Klopp í tveir dystir

James Maddison og Yuri Tielemans eru nøkur nøvn sum verða sett í samband við onnur feløg.

Leeds flutti upp í Premier League í 2020 og kláraði at verða í bestu deildini í 3 ár.