Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hvør vinnur Premier League?

Tað er torført at minnast, nær ein Premier League kapping seinast hevur verið eins tøtt millum trý feløg. Síðan kappingarárið 17/18, hava tað serliga verið Manchester City og Liverpool, harvið Klopp og Guardiola, ið hava verið við í stríðnum um enska meistaraheitið. Í fjør, sá tað øgiliga gott út hjá Arsenal, men Manchester City maskinan varð ov nógv í seinnu helvt av kappingini og endaðu við at vinna ‘the treble’.

Í ár, sær út at verða øðrvísi. Eftir 28. umfør er heilt tætt í toppinum. Á einum deildum fyrsta plássi liggja Arsenal og Liverpool, har Arsenal hevur betur málúrtøku við +6.

Eitt stig aftanfyri tey liggur Manchester City, ið helst prísa seg lukkuligar, at hava megnað ein javnleik móti Liverpool á Anfield seinasta vikuskifti. Liverpool áttu teir størstu málmøguleikarnar og ivasamt er, um teir vórðu snýttir fyri brotsspark í elvstu løtu av dystinum.

Í næstum, tekur Manchester City ímóti Arsenal á Etihad. Seinast liðini hittust í Premier League, var í oktobur 2023. Her vunnu Arsenal ein tepran 1-0 sigur á einum nærum fyltum Emirates Stadion, har 60.233 áskoðarar vóru møttir upp til tað, ið endaði við einari sensatión tá London felagið í 86′ minutti skoraði sigursmálið.

Liverpool møtir Brighton á Anfield, ið bert hevur vunnið 4 dystir á útivølli hetta kappingarárið. Seinast liðini hittust í Premier League, leiktu tey ein málríkan 2-2 javnleik á Amex Stadion. Tað var lítil munur millum liðini tann dagin, har Liverpool framman undan var stór favorittur.

Leikformurin hjá topp 3:

Arsenal hevur vunnið 5 av seinastu 5 dystunum.

Les eisini...  Ljóðfílur: Premier League sendingin á FM1

Liverpool hevur vunnið 4 av seinastu 5 dystunum og leikt ein javnleik.

City hevur vunnið 3 av seinastu 5 dystunum og leikt tveir javnleikir

Leikformur á heimavølli:

Arsenal og Liverpool hava vunnið 11/14 heimadystir, meðan City hevur vunnið 10/14.

Leikformur á útivølli:

City og Arsenal hava vunnið 9/14 útivallar dystir, meðan Liverpool hevur vunnið 8/14.

Tað er lítið, ið skilur liðini eftir 28. umfør. Liverpool eru tó illa darvaðir av skaðum. Lyklaleikarar sum Alisson, Trent Alexander-Arnold, Ibrahima Konate og Diogo Jota hava verið burtur seinastu dystirnar og enn er ivasamt nær teir verða tøkir aftur.

Eftir dystin millum Liverpool og Manchester City sunnudagin prátaðu Jamie Carragher, Roy Keane, Daniel Sturridge og Micah Richards á Sky Sports Premier League, um hvør er favoritturin at vinna aftaná 28. umfør.

Brotið sæst her:

Hjá veddingarfyritøkunum eru Manchester City favorittur at vinna Premier League, meðan Arsenal er mest vanliga veddimálið.

Hevur Arsenal lært av farna kappingarárið ella eru Manchester City ov sterkir, tá ið alt stendur uppá spæl? Alt er framvegis púra opið og Liverpool kann standa sum stóri vinnarin aftaná 29. umfar, um Arsenal og City leika javnt.