Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Reyða stjørnan skein bjartast

Tann 29. mai 1991 vann Reyða Stjørna (Crvena zvezda) úr Beograd fyrsta stóra europeiska steypið, tá liðið vann brotssparkskappingina í Europa Cup finaluni fyri meistaralið.

Bæði liðini spældu fyrstu ferð í finaluni og høvdu vunnið seg í finaluna orsakað av álopsdygdunum. Áleyparin og liðskiparin hjá Marseille, Jean Pierre Papin, var toppskjútti í kappingini við seks málum, meðan miðvallarleikarin, Phillippe Vercruysse, sum hevði skorað fimm, mál var eykaleikari í finaluni. Hinvegin leit Reyða Stjørnan upp á føturnar hjá áleyparanum Darko Pančev (5 mál) og miðvallarleikarin Robert Prosinečki (4 mál).

Kortini vóru tað verjurnar báðar, sum skinu bjartast í finaluni, sum varð spæld á Stadio San Nicola í Bari. 58.000 áskoðarar vóru vitni til, at bæði liðini stríddust við at skapa málmøguleikar og dysturin endaði málleysur; eisini í longdu leiktíðini.

Reyða Stjørna byrjaði brotssparkskappingina og Prosinečki skoraði fyrsta sparkið. Høgri bakkurin hjá Marseille, Manuel Amoros, skuldi royna seg fyrst hjá Marseille. Hann royndi at senda bóltin til høgru hjá málverjanum Stevan Stojanović, men Stojanović fór rættan veg og bjargaði. Júst tann bjargingin gjørdist avgerandi, tí bæði liðini skoraðu restina av brotsspørkunum, til Pančev skoraði síðsta sparkið hjá Reyðu Stjørnu og tryggjaði sigurin upp á 5-3. Tað er higartil seinastu ferð, at Reyða Stjørna hevur spælt í finaluni, men teir vunnu Intercontinental Cup seinni sama ár, tá teir vunnu 3-0 á chilendska Colo-Colo. Marseille spældi aftur í finaluni í 1993 og vann 1-0 á Milan.