Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Swindon Town betri enn Napoli

Tann 28. mai 1970 vann Swindon Town allarfyrstu finaluna um Anglo-Italian Cup við at vinna 3-0 á Napoli. Orsakað av ófriði á áskoðaraplássunum varð dysturin steðgaður í 79. minutti.

Lítla steypakappingin í Onglandi, League Cup, byrjaði í 1960-61. Mest vinnandi liðið í Onglandi tá, Aston Villa, vann fyrstu kappingina, men kappingin fekk ongantíð nakað veruligt virði. Frá 1966 skuldi finalan nú vera ein dystur á Wembley ístaðin fyri ein heima- og ein útidyst. Og vinnarin vann sær pláss í Europa, eitt sjálvvirkandi pláss í Fairs Cuppini treytað av, at tað var eitt 1. deildarfelag.

Lokkumaturin um europeiskan fótbólt fekk fleiri feløg, sum frammanundan høvdu vrakað kappingina, til at taka lut. Bara meistarin, Liverpool, og steypavinnarin, Everton, hildu seg aftur.

3. deildarfelagið Queen’s Park Rangers tók tó øll á bóli við at vinna 3-2 á 1. deildarfelagnum West Bromwich Albion í finaluni. QPR leyk ikki treytirnar fyri europeiskari luttøku, men kundi ugga seg við at vinna 3. deild við 12 stigum niður til næsta liðið.

Sama gjørdi seg eisini galdandi í 1969, tá Swindon vann 3-1 á Arsenal, so italski leikaraumboðsmaðurin, Gigi Perone, setti kappingina á breddan. Hann hevði við fleiri ensk feløg at gera og fyrsta kappingin hevði 12 lið – seks lið frá hvørjum landi. Tey italsku liðini vóru Napoli, Juventus, Lanerossi, Roma, Fiorentina og Lazio. Tey endaðu øll millum 3. og 10. pláss í undanfarna kappingarári. Hinvegin komu bara fýra ensk lið úr bestu deildini, har Sunderland og Sheffield Wednesday enntá fluttu niður. Hini bæði vóru Wolverhampton og West Bromwich Albion umframt Middlesbrough og Swindon úr 2. deild.

Les eisini...  Jenis leggur tingkvinnu undir at vera antisemitt

Swindon var kortini óvanliga væl fyrireikað til kappingina. Sum vinnari av League Cup anno 1969 hevði liðið fingið bjóðað tveir dystir ímóti AS Roma, sum Swindon hevði fingið tillutað í endurgjaldi fyri mista europeiska luttøku. Swindon vann samanlagt 5-2. Góða gongdin helt fram í Anglo-Italian Cup, har liðið vann tríggjar av 4 dystum í bólkaspælinum ímóti Juventus og Napoli. Einasta tap var 1-2 fyri Napoli, men Swindon fekk møguleika at hevna úrslitið, tá teir møttu Napoli í finaluni, sum varð spæld á Stadio San Paolo í Napoli.

Við tveimum málum í ávikavist 24. og 58. minutti frá miðvallaleikaranum Peter Nobles førdi Swindon 2-0. Áleyparin Arthur Horsfield økti um leiðsluna í 62. minutti og so byrjaðu ein partur av heimaáskoðarunum at tveita steinar og fløskur inn á vøllin. Løgreglan svaraði aftur við táragass, sum bara østi mannamúgvuna uppaftur meira, og tey byrjaðu at seta eld á og skræða setrini úr betonginum. Tá ellivu minuttir vóru eftir, sendi dómarin leikararnir inn í skiftingarrúmini og steðgaði dystinum.

Hóast keðiligu hendingina varð hildið áfram at spæla um Anglo-Italian Cup á hvørjum ári fram til 1973 og hon varð eisini uppafturtikin frá 1992 til 1996.