Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Aftur trupulleikar við læknavaktini

Sólvit Nolsøe vil hava at vita, hvussu støðan er við læknavaktini, nú tað aftur hoyrist, at fólk ringja til læknavaktina uttan at sleppa ígjøgnum

Sólvit Nolsøe, tingmaður fyri Framsókn, vil nú hava greiðu á, hvussu støðan er við bíðitíðum, tá ringt verður inn til læknavaktina, og Sólvit Nolsøe hevur tí biðið Margit Stórá, landsstýriskvinnu í heilsumálum, um at útgreina hetta.

Sólvit Nolsøe vil hava at vita, hvussu leingi hvørt fólkið í miðal bíðar, áðrenn telefonin svarar, tá ringt verður til læknavaktina.

Sólvit Nolsøe vil eisini hava at vita, hvussu ofta tað er komið fyri seinasta árið, at fólk ringja inn til læknavaktina, uttan at telefonin svarar.

Í viðmerkingunum vísir Sólvit Nolsøe á, at í seinastuni hava aftur verið søgur frammi um, fólk hava bíðað óvanliga leingi, áðrenn telefonin á læknavaktini hevur svarað, og at í summum førum hevur telefonin ongantíð svarað.

-Hetta er ikki fyrstu ferð, at skipanin fær ákoyringar, tí tað annaðhvørt tekur ov leingi at svara, ella einki svar fæst. Tað er ikki í lagi og kann elva til stúran og ørkymlan, sigur Sólvit Nolsøe.

Tingmaðurin fyri Framsókn vísir eisini á, at Egil á Bø, stjóri í Heilsutrygd, herfyri hevur gjørt greitt, at skipanin við læknavaktini møguliga átti at verið endurskoðað ella broytt, tí avbjóðingar eru við skipanini, og Sólvit Nolsøe vil tí eisini hava at vita frá landsstýriskvinnuni, hvørjar broytingar, hon metir, kunnu gerast fyri at fáa skipanina at rigga betur.