Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nýggja ljósskipanin á Tórsvølli er klár

Gamla ljósskipanin livdi ikki longur upp til altjóða krøv, og neyðugt hevur tí verið við nýggjari ljósskipan. Nýggja ljósskipanin, sum kostar um 11 milliónir krónur, verður alment tikin í nýtslu í landsdystinum móti Kekkia

Nýggja ljósskipanin á Tórsvølli er nú liðug og verður alment tikin í nýtslu leygardagin 17. Juni, tá landsliðið hjá monnum tekur ímóti Kekkia í EM-undakappingardysti á Tórsvølli.

Hetta sigur Fótbóltssambandið í dag.

Gamla ljósskipanin á Tórsvølli var frá 2011, men ljósini í henni vóru nú so mikið slitin, at styrkin í lampunum livdi ikki longur upp til tey krøv, sum verða sett, tá landsdystir skulu spælast.

Harumframt var eisini nakað av ljósdálking frá gomlu ljósunum, sum var til ampa fyri grannarnar. Í nýggju ljósunum er framkomin LED tøkni, sum tryggjar, at ljósini einans lýsa á sjálvan vøllin.

Tað er Musco Lighting, sum er veitari av nýggju ljósunum. Samlaði kostnaðurin fyri verkætlanina er um 11 milliónir krónur.