Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sjóvinnufelagið havt aðalfund

Á aðalfundinum vóru Mouritz Mohr, Alina Jespersen, Eli Lassen og Finn Jakobsen vald í nevndina. Christian Danielsen stóð ikki fyri vali

Sjóvinnufelagið hevur havt aðalfund.

Á aðalfundinum vórðu Mouritz Mohr, Alina Jespersen, Eli Lassen og Finn Jakobsen vald í nevndina, meðan Christian Danielsen ikki stóð fyri vali hesa ferð.

Nevndin í Sjóvinnufelagnum sær sostatt soleiðis út nú: Mouritz Mohr, Alina Jespersen, Eli Lassen, Finn Jakobsen og Christian Danielsen. Hartil varð Frimodt Rasmussen afturvaldur sum tiltakslimur.

Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Mouritz Mohr sum formanni og Eli Lassen sum næstformanni.

Tað eru í dag 24 limir Sjóvinnufelagnum.

Kelda: Vinnuhúsið