Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Báðir elbussarnir hjá Bussleiðini byrja at koyra í dag

Royndarverkætlanin hjá Tórshavnar kommunu at brúka elbussar byrjar í dag. - Royndirnar á leið 4 koma at vera ein týðandi partur av grønu umleggingini hjá kommununi næstu árini, men verða trupulleikar við elbussunum, so kunnu dieselbussar setast inn í rutuna, sigur Tórshavnar kommuna

Tá Tórshavnar kommuna keypti nýggjar bussar til Bussleiðina, so vórðu 15 dieselbussar og tveir elbussar keyptir. Báðir elbussarnir, sum koma at koyra á leið 4, byrja at koyra í dag.

– Royndirnar við at brúka elbussar á leið 4 koma at vera ein týðandi partur av grønu umleggingini hjá kommununi næstu árini, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari.

Tað vil við øðrum orðum siga, at eru royndirnar við elbussunum góðar, so skal veitarin útvega fleiri elbussar til koyringina.

15 dieselbussar – tveir elbussar
Tað var nakað av rumbli í Tórshavnar býrað í fjør, tá tað gjørdist greitt, at kommunan hevði valt at keypa dieselbussar. Minnilutin talaði at, og endin var, at tveir elbussar vórðu keyptir, eftir at kommunan og Gundurs bussar høvdu skrivað avtalaðu fyri tey næstu níggju árini.

Orsøkin, hví ikki fleiri elbussar vórðu keyptir tá var, sambært borgarstjóranum, Heðin Mortensen, at elbussar eru væl dýrari at keypa, og tað hevði eisini havt við eisini sær, at kostnaðurin er reka Bussleiðina hevði dýrkað munandi, segði borgarstjórin við Kringvarpið í mars í fjør.

Í samband við, at elbussarnir byrja at koyra í dag, verður hátíðarløta í Steinatúni í dag 31. mai klokkan 11, har fólk eisini fáa høvi at royna nýggju elbussarnar hjá Bussleiðini.

– Eftir hátíðarhaldið koyra elbussarnir stuttar túrar til klokkan 14, har fólk fáa møguleika at royna nýggju bussarnar.

– Verða trupulleikar kunnu dielselbusar setast inn í rutuna, men alt er gjørt fyri at royndin skal eydnast, soleiðis at komast kann víðari við stigvíst at leggja um frá diesel til grøna orku, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari.

Les eisini...  Stuðul til størri listaligar verkætlanir í Tórshavnar kommunu