Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ferðsluátak á Glyvrum í gjár – nøkur mál skrivaði niður

Í gjár var løgreglan á Glyvrum, har hon gjørdi eitt ferðsluátak. Nøkur mál vórðu skrivaði niður

Í gjár var løgreglan á Glyvrum, har hon gjørdi eitt ferðsluátak fyri at vita, hvussu bilførarar skikkaðu sær í ferðsluni. Hetta fór fram um middagsleitið.

Á positivu síðuni, so bleiv eingin tikin fyri ferð, men tað haltar enn við at hava telefonina í lummanum, tá ið koyrt verður, tí fýra bilførarar vórðu tiknir fyri at tosa í telefon, meðan teir koyrdu.

Hesir bilførarar eru skrivaðir niður í svørtubók, og fáa eina bót upp á 1.000 krónur sendandi við postinum.