Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Flogbóltur: Føroyar vunnu ímóti Georgia

Eftir flúgvandi byrjan, har Føroyar lættliga vunnu fyrsta settið, kom eitt sindur av turbolensi, har Georgia vann annað sett og var eisini á odda 19-15 í triðja, sum Føroyar tó knógvaðu heim. Føroyar fingu eisini flogið aftur, og lendingin gjørdist avbera vøkur í 3-1 sigrinum í høllini á Hálsi í gjárkvøldið

Silver League, kvinnur:
Føroyar – Georgia 3-1 (25-19, 22-25, 25-22, 25-22)

Eftir flúgvandi byrjan, har Føroyar lættliga vunnu fyrsta settið, kom eitt sindur av turbolensi, har Georgia vann annað sett og var eisini á odda 19-15 í triðja, sum Føroyar tó knógvaðu heim. Føroyar fingu eisini flogið aftur, og lendingin gjørdist avbera vøkur í 3-1 sigrinum í høllini á Hálsi í gjárkvøldið.

Føroyar vóru á odda alt fyrsta settið, sum gekk upp á stás, og skjótt var tað vunnið 25-19.

Tað gekk eisini sum eftir ánni í øðrum setti, men trygga føroyska leiðslan minkaði brádliga niður í 13-12. Eftir føroyskt leikbrá fekst skil á aftur, og Føroyar løgdu seg á odda 17-13. Men so gekk alt av skriðuni, og í einum háli fór Georgia framum 19-17 og helt seg frammanfyri og vann settið 25-22.

Føroyar komu tó aftur á vinnarakós í triðja setti og løgdu seg á odda 7-4, og 10-6. Men so fór undanfarna settið at endurtaka seg, og Georgia javnaði til 11-11 og legði seg framum 19-14. Føroyski venjarin, Cristian Imhoff, bað um leikbrá, og tað hjálpti. Eitt stig fyri og annað eftir át føroyska liðið av Georgisku leiðsluni, og brátt varð 21-21. Georgiska leikbráið hjálpti einki, og Føroyar hildu fram, og Sofía Purkhús Splidt smassjaði settbóltin í gólvið til 25-22 eftir perfekta móttøku og heving.

Eftir at Føroyar høvdu ligið væl á odda stóran part av fjórða setti, kom spenningur í aftur móti endanum, tá Georgia minkaði um munin til 19-20 og 20-21. Føroyar hildu tó høvdið kalt og við lobbi frá Birgit Guttesen, sum Georgiska liðið ikki fekk bilbugt við, vann Føroyar settið 25-22 – og ikki minst dystin 3-1.

Les eisini...  EM-hópurin kunngjørdur

Sunnudagin klokkan 16 spæla Føroyar seinasta heimadystin, sum verður ímóti Portugal, sum í kvøld vann 3-1 á Montenegro.

Menninir spæla eisini sín seinasta heimadyst sama dag. Hann verður ímóti Lettlandi klokkan 19.