Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Russisk skip fáa avmarkaða atgongd til føroyskar havnir

Tað verða bert tey russisku skipini, ið fiska sambært fiskiveiðuavtaluni við Føroyar, ið sleppa at umskipa fiskin í føroyskum havnum, og tað verður bert fiskur, ið verður fiskaður sambært fiskiveiðuavtaluni, ið kann umskipast

Á Hotel Norð á Viðareiði legði landsstýrið fyrrapartin í dag fram ætlanirnar um at skerja samstarvið við Russland enn meira í sambandi við russiska ágangin í Ukraina.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, Høgni Hoydal, uttanríkis- og vinnumálaráðharri, og Ruth Vang, fíggjarmálaráðharri, greiddu frá, at ítøkiligu ætlanirnar eru, at fyri restina av árinum í ár sleppa bert tey russisk skip, ið fiska sambært fiskiveiðuavtaluni við Føroyar, at umskipa fiskin í Føroyum, og tað er eisini bara fiskur, ið verður fiskaður sambært avtaluni, ið kann umskipast her.

Landsstýrið metir, at russisk skip umskipa umleið 400.000 tons í Føroyum, men at við broytingini verða tað bert um 100.000 tons av fiski, ið kann umskipast í Føroyum.

Tað verður altso bert 25 prosent av tí fiski, sum Russland umskipar í Føroyum í dag, ið Russland sleppur at umskipa í Føroyum frameftir.

Harumframt verða avmarkingar settar í verk fyri, hvørjar tænastur russisk skip sleppa at fáa í Føroyskum havnum. Skipini sleppa at bunkra, proviantera og og skifta manning í føroyskum havnum, men sleppa ikki at fáa aðrar tænastur, so sum at nýta tænasturnar frá skipasmiðum.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, metti, at talan er um eitt proportionelt stig at taka, og metingin hjá landsstýrinum er, at við hesari avgerðini fara vit frá at hava millum 70-80 russiskar vitjanir á føroyskum havnum til 12-13 vitjanir, tað, ið er eftir av árinum.

Fortreytin fyri, at hesi átøkini kunnu setast í verk, er kortini, at løgtingið samtykkir lógarbroytingina, ið skal geva landsstýrinum heimildir at seta tiltøk í verk móti Russlandi, ið ávirka fiskiveiðuavtalur og sum avmarka útflutning av matvørum.

Les eisini...  Katólska kirkjan aftur uttan prest

Tað uppskotið kemur til fyrstu viðgerð í løgtinginum í dag.

Landsstýrisfólkini vístu eisini á, at einki verður gjørt við fiskiveiðuavtaluna fyri verandi ár, men nú í heyst verður støða tikin til fiskiveiðuavtaluna fyri 2024.

Ruth Vang, landsstýriskvinna í Fíggjarmálum, gjørdi eisini greitt, at ætlanin er at uppstiga neyðhjálpina til Ukraina. Ruth Vang vísti á, at í fjør lótu Føroyar tríggjar milliónir krónur í neyðhjálp til Ukraina, og í ár vórðu 7 milliónir lætnar.

Ætlanin hjá landsstýrinum er, at næsta ár skulu latast 10 milliónir krónur til Ukraina, altso sama upphædd, sum Føroyar hava latið nú í tvey ár.

Ætlanin er, at peningurin skal brúkast til at endurbyggja undirstøðukervi, skúlar, sjúkrahús og annað, sambært Ruth Vang arbeiðir Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, við at finna ein leist til at lata ítøkiligan stuðul, sum hevur langskygdan og strategiskan týdning, eisini eftir at kríggið er liðugt.