Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fara nú at framleiða orku úr matleivdum

Biogassverkið Førka kann nú framleiða orku úr matleivdum frá hotellum, heilsølum, matvøruhandlum og øðrum. Tað vísir úrslitið av royndarverkætlan. Kanning í Havn í fjør vísti, at 55 prosent av húsarhaldsburturkastinum eru matleivdir

– Vit vóru bilsin av, at 55 prosent av húsarhaldsburturkastinum í Tórshavnar kommunu eru matleivdir.

Tað segði Roar Olsen, umhvørvisleiðari hjá Tórshavnar kommunu, í samrøðu við Kringvarpið í samband við, at fyrsta kanningin av sínum slag var gjørd í Føroyum, har burturkast frá 50 húsarhaldum í Havn varð kannað í november í fjør. Talan var um 30 sethús og 20 raðhús.

Tórshavnar kommuna hevur eisini verið við í einari royndarverkætlan saman við biogassverkinum Førka, Landsjúkrahúsinum, tveimum hotellum og heilsølum um matleivdir, sum biogassverkið so hevur framleitt orku burturúr.

– Hetta samstarvið vísir, at vit hava útgerðina at taka ímóti matleivdum og skapa orku úr matvørum, sum annars fara fyri skeyti. Mannagongdin er, at fyritøkur og stovnar við nógvum matleivdum skilja lívrunnið burturkast, og Tórshavnar kommuna heintar hetta serskilt til okkum, sigur Fróði Mortensen, rakstrarleiðari hjá Førka, í tíðindaskrivi.

Tað vóru tó nakrar óvissur við verkætlanini. Millum annað var ivasamt, um Førka skuldi keypa nýggja útgerð fyri at kunna taka ímóti matleivdunum frá ymisku veitarunum, men hetta vísti seg tó at vera óneyðugt, sigur rakstrarleiðarin.

– Hetta er ein sigur fyri okkum, tí nú hava vit staðfest, at tað riggar. Næsta stigið er at flyta hetta frá at vera ein royndarverkætlan til at fáa fleiri aktørar við – eitt nú matvøruhandlar. Tað er upplagt at halda fram, men samstarvið millum partarnar er avgerandi fyri at fáa gongd á, sigur Fróði Mortensen.

Tað er Bakkafrost, sum eigur biogassverkið, Førka. Høvuðsendamálið hjá Førka er at framleiða el, hita og tøð úr lívfrøðiligum tilfari frá aling og landbúnaði.

Les eisini...  Góður laksaprísur gevur Bakkafrosti avlop upp á 565 milliónir

– Bakkafrost hevur sett sum mál at gagnnýta alt burturkast frá laksaframleiðslu, og Førka er ein týðandi liður í at sameina ringrásbúskap við íløgur og vakstrarætlanir, sigur felagið í tíðindaskrivi.