Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kommunurnar skulu skjótt sleppa at byggja bústaðir

Farið verður í næstum undir at geva kommunum og Bústøðum heimild til í felag at byggja og reka almannagagnligar bústaðir, sigur Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna

Í næstum er ætlanin at fara undir undir arbeiði, ið skal geva kommununum heimild saman við Bústøðum at byggja og reka almannagagnlig bústaðarfeløg.

Tað sigur Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, í svari til Jóhannis Joensen, tingmann fyri Javnaðarflokkin.

Jóhannis Joensen fregnaðist eftir at vita, nær uppskot fór at verða lagt fyri tingið, ið fór at heimila kommunum at stovna, byggja og reka almannagagnlig bústaðarfeløg, fyri soleiðis at fáa fleiri bústaðir kring landið.

Ingilín Didriksen Strøm vísir á, at frammanundan hevur samgongan longu broytt lógina fyri Bústaðir, soleiðis at Bústaðir fingu fríari ræsur at byggja bústaðir kring landið uttan krav um privatar íleggjarar og vinnuligt avkast.

Og nú er so ætlanin at fara undir at geva Bústøðum og kommununum neyðugu heimildir at byggja og reka almannagagnlig bústaðarfeløg í felag.

Jóhannis Joensen vildi eisini vita, nær uppskot verður lagt fyri tingið, sum skal heimila kommunum at áseta gjøld fyri tænastuveitingar til húsaeigarar, sum ikki búgva í kommununi.

Landsstýriskvinnan vísir á, at hesin spurningurin hoyrir undir málsøkið hjá landsstýrismanninum í lógarmálum.

Løgmálaráðið hevur kortini upplýst fyri landsstýriskvinnuni, at ætlanni er at leggja lógaruppskot, sum skal heimila kommununum at áseta gjøld fyri tænastuveitingar til húsaeigarar, sum ikki búgva í kommununi, fyri løgtingið í næstu tingsetu.