Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Leiðari settur á nýggju Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum

Maria Skaalum Petersen er sett sum leiðari á nýggju Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum.

Maria hevur seinastu 15 árini starvast sum heilsugranskari í Føroyum. Seinastu árini sum leiðari, har hon millum annað hevur verið granskingarleiðari á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi og eisini starvast sum leiðari á Deplinum fyri Heilsu- og Almannagransking.

– Í Sjúkrahúsverkinum fegnast vit um, at vit hava fingið Maria við í arbeiðið at menna heilsugranskingarøkið í Sjúkrahúsverkinum, og vit ynskja henni hjartaliga til lukku við starvinum, skrivar Sjúkrahúsverkið á heimasíðu sínari.

Ætlanin við Heilsugranskingareindini er at savna heilsugransking á einum stað fyri at fáa eitt granskingarumhvørvi, har heilsugranskarar hava møguleika fyri at sparra saman, deila vitan og royndir og á tann hátt fáa eina sínámillum synergieffekt. Á henda hátt ber til at lyfta heilsugranskingina í Føroyum upp á eitt enn hægri støði.

Maria Skaalum Petersen byrjar í starvinum sum leiðari á Heilsugranskingareindini 1. juli 2023.