Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Venjarin hjá AB iðrar seg um tepra tapið fyri KÍ

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen siga frá málunum í dystinum KÍ-AB 2-1 (1-0), og hoyr samrøðuna hann gjørdi við Morten Overgaard, venjara hjá AB og Árna Fredriksberg, ið skoraði seinna málið hjá KÍ.

Árni viðgongur, at tað var ein tungur dagur hjá KÍ, har tað ikki gekk eftir vild. Sjálvspeiskur heldur hann fyri, at helst er tað tí KÍ-arnir ikki eru vanir við at spæla í sól. Morten iðrar seg um, at AB ikki fekk javnað tá teir høvdu tak á dystinum aftaná 2-1 málið, men hann er sera væl nøgdur við avrikið og hugburðin hjá sínum leikarum.