Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Karim Benzema gevst í Madrid

Karim Benzema og Real Madrid halda ikki fram við samstarvinum. 35 ára gamli fransmaðurin hevur síðan 2009 spælt við Real Madrid og hevur leikt 647 dystir fyri felagið.

Karim Benzema var 21 ára gamal, tá ið hann kom til Real Madrid úr Lyon. Tey árini hann hevur spælt við Real Madrid hevur hann skorað ikki færri enn 353 mál í øllum kappingunum. Benzema hevur skorað næstflest mál fyri Real Madrid. Cristiano Ronaldo er tann einasti, ið hevur skorað fleiri enn Benzema.

Tann 13.oktobur í 2007 var hann við, tá ið tað franska landsliðið vann ímóti Føroyum við seks málum á Tórsvølli. Benzema skoraði tvey mál tann dystin og legði upp til eitt mál. Tað vóru fleiri franskar fótbóltstjørnur á vøllinum hendan dystin. Millum kendu fótbóltspælarnir vóru Thierry Henry, Franck Ribéry, Nicolas Anelka, Patrice Evra og aðrir.

Benzema hevur spælt við franska landsliðinum frá 2007 til 2022. Á landsliðinum hevur hann spælt 97 dystir og skorað 37 mál. Hann gavst at spæla við landsliðinum, tá ið hann fylti 35 ár, bert fáar dagar eftir at Frakland tapti HM finaluna ímóti Argentina. Argentina vann upp á brotsparkskapping.