Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Løgmaður harmast óneyv tøl

- Eg harmist um mistakið og biði um umbering. Á tíðindafundinum førdi eg millum annað fram fram, at samlaðu nøgdirnar í samband við russiskar um- og uppskipingar í Føroyum eru vaksandi. Tølini fyri í fjør vísa at hetta er skeivt. Eg átti sjálvsagt at verið neyvari undir framløguni, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í tíðindaskrivi

Hósdagin boðaði landsstýrið frá ætlanini at herða tiltøkini móti Russlandi og steingja havnirnar fyri øllum virksemi, sum er uttanfyri fiskiveiðuavtaluna millum Føroyar og Russland.

Síðani hevur orðaskifti tikið seg upp um tølini, sum vórðu løgd fram á tíðindafundinum á Viðareiði. Løgmaður ásannar, at hann ikki var nóg neyvur undir tíðindafundinum.

– Eg harmist um mistakið og biði um umbering. Á tíðindafundinum førdi eg millum annað fram fram, at samlaðu nøgdirnar í samband við russiskar um- og uppskipingar í Føroyum eru vaksandi. Tølini fyri í fjør vísa at hetta er skeivt. Eg átti sjálvsagt at verið neyvari undir framløguni, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í tíðindaskrivi.

Løgmaður slær samstundis fast, at skeivu tølini, ið vórðu borin fram hósdagin, ikki broyta ta grundleggjandi fortreytina, at Føroyar eru ein miðdepil fyri russiskum virksemi í Norðuratlantshavi. Tøl hjá Vørn og Fiskimálaráðnum vísa, at bæði í 2021 og 2022 vórðu sløk 84 prosent av samlaðu veiðini av makreli, svartkjafti, sild og kongafiski hjá russiskum skipum í Norðuratlantshavi um- og uppskipað um føroyskan kaikant. Tølini fyri 2023 eru av góðum grundum ikki klár enn, men samlaðu kvoturnar hjá Russlandi í Norðuratlantshavi í 2023 eru áleið 430.000 tons.

– Orðaskiftið um óneyv tøl seinastu dagarnar er sjálvandi upp á sítt pláss, og tað er keðiligt at tað flytur fokus frá tí, sum málið veruliga snýr seg um: At vit eru ein miðdepil fyri russiskt virksemi, og tað vilja vit ikki vera. Tí vera hesi stigini tikin. Russisku ræðuleikarnir halda fram i Ukraina hvønn dag, og landsstýrið vil taka neyðug stig og taka okkara ábyrgd i heiminum, vísir løgmaður á.

Les eisini...  Løgmaður á fundi við týska varakanslaran Robert Habeck

Í orðaskiftinum seinastu dagarnar hevur ivi verið sáddur um frágreiðingina, ið landsstýrið hevur latið Løgtinginum. Frágreiðingin byggir á tøl frá Vørn, og Uttanlandsnevndin hevur tískil ikki fingið skeiv tøl landsstýrinum.

Kelda: Løgmansskrivstovan