Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Pixar sigur fleiri fólk úr starvi

Disney hevur sagt fleiri fólk, sum starvast hjá Pixar Animation Studios úr starvi. Disney eigur Pixar. Ætlanin hjá stjóranum í Disney, Bob Iger, er, at 7000 fólk skulu fáa sekkin og samstundis spara fimm og eina hálva milliardir dollarar, sambært Reuters.

Síðan tann 23. maj eru 75 starvsfólk hjá Pixar send til hús  Millum teirra eru tveir av leiðarunum handan filmin Lightyear, Angus Maclane og Galyn Susman. Filmurin kom út í 2022 og hevur skuffað fleiri. Galym Susman hevur starvast hjá Pixar heilt síðan tann fyrsti Toy Story filmurin kom út í 1995.

Pixar hevur fleiri kendar filmar sum til dømis Toy Story, The Incredibles og Cars. Sølan av Lightyear hevur ikki verið nøktandi. Eftir at Lightyear kom út, hevur yvirskotið bara verið 6,7 milliónir dollarar. Samanborið við Incredibles 2, ið kom út í 2018, hevði eitt yvirskot áljóðandi 1,2 milliardir dollarar.  

Seinast Pixar ruddaði upp var í 2013, eftir at Pixar útsetti útgávuna av filminum The Good Dinasaur. Tá fóru millum annað leiðarin Bob Peterson og fleiri onnur søgd úr starvi. The Good Dinasaur kom út í 2015.