Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ríkisfundur í Nuuk hesa vikuna

Í hesi vikuni verður árligur fundur í uttanríkis-, trygdar- og verjupolitiska samstarvsráðnum, har Grønland í ár hevur formansskapin. Fokus verður á tann leiklut, ið Arktis og Norðuratlantshavið hevur í geopolitiska veruleikanum eftir russisku innrásina í Ukraina

Ríkisfundur verður í Nuuk í hesari vikuna millum stjórnarleiðararnar í Grønlandi, Danmark og Føroyum í Nuuk mikudagin.

Løgmaður, Aksel V. Johannesen, fór til Nuuk longu leygardagin, meðan landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Høgni Hoydal, og landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Ruth Vang, fóru til Grønlands í dag, har samstarvsráðið hevur fund í dag.

Umboðini í samstarvsráðnum eru ráðharrar og landsstýrisfólk úr Danmark, Grønlandi og Føroyum, og endamálið við ráðnum er at styrkja um samstarv og samskipan í mun til áhugan hjá stórveldum fyri Norðuratlantshavi og Arktis, skrivar heimasíðan hjá løgmansskrivstovuni.

Eitt evni verður trygdarpolitiska støðan, har Arktiska økið er komið meira í fokus. Virkandi danski verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen, kunngjørdi fyri einari viku síðan, at danska stjórnin fer at gera íløgur fyri 143 milliardir krónur til donsku verjuna tey næstu tíggju árini, har Føroyar og Grønland vórðu dúgliga nevndar. Hetta, tí Arktiska økið liggur høgt á listanum fyri íløgur, ið skulu gerast komandi tíðina, men hetta skal samráðast millum landsstýrið, grønlendska Naalakkersuisut og flokkarnar á Christiansborg nú og komandi mánaðirnar.

Í tíðindaskrivi skrivar danska forsætisráðið, at fokus verður á tann leiklut, sum Arktis og Norðuratlantshavið hava í geopolitiska veruleikanum eftir russisku innrásina í Ukraina, Nato-toppfundin í Vilnius í næstum og komandi verjusemjuna í Danmark.

– Tað er nakað nýtt, at arbeitt verður fram ímóti at gera eina tíggju ára semju ístaðin fyri fýra ár, sum tað vanliga hevur verið. Hetta prógvar, at danska stjórnin ynskir at stinga út í kortið og skapa rammur fyri einari menning langt fram í tíðina, har arbeitt verður við at fáa eina breiða semju bæði í Danmark, men eisini fyri hini bæði londini í ríkisfelagsskapinum, sigur Jeppe Strandsbjerg, ið er granskari við lærda háskúlan í Ilisimatusarfik og Verjuakademiið í Keypmannahavn, við Sermitsiaq.

Les eisini...  Solby Christiansdóttir og Kerstin Laksáfoss vera gestir í Kappróðrarsendingini hjá FM1 fríggjadagin

Brúk fyri føroyskum havnum
Mette Frederiksen kemur beinleiðis til Nuuk av toppfundi í Washington, har Joe Biden, forseti í USA, hevur kunnað forsætisráðharran um ræðuleikarnar í Ukraina og stúranina hjá USA hesum viðvíkjandi, og her spæla Føroyar og Grønland ein týdningarmiklan leiklut.

Amerikanskir kavbátar hava alsamt verið meira at sæð í føroyskum sjóøki seinastu tíðina, og Thule-herstøðin verjir USA móti missilálopum norðanifrá. Amerikanski áhugin fyri havøkinum millum Føroyar og Grønland er ikki til at taka feil av, tí økið er avgerandi fyri atgongdina hjá russiskum kavbátum til Atlantshavið og amerikonsku eysturstrondina.

Hetta verður eisini tikið upp á fundinum í Nuuk, har danska fregnartænastan hevur fyrireikað eitt tryggjað rúm, so eingin avlurtingartól ella annað eru í rúminum, tá ráðharrar úr Danmark, Grønlandi og Føroyum fara at deila dáta og upplýsingar í trúnaði.

Fyrsti Ríkisfundur millum londini varð hildin í 1983, og fundurin í ár er sostatt nummar 40 í røðini.

Føroyska ferðalagið fer avstað aftur úr Grønlandi hósmorgunin 8. juni.