Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sirius-patruljan verið umborð á Ocean Explorer

Arktisk Kommando hevur havt fólk umborð á ferðamannaskipinum, Ocean Explorer, sum hevur rent seg fast í landnyrðingspartinum av Grønlandi

Í morgun kom Arktisk Kommando við kunning um støðuna hjá ferðamannaskipinum, Ocean Explorer, ið hevur ren seg fast í landnyrðingspartinum av Grønlandi.

– Fyri at fáa best yvirlit av støðuni, so hevur Arktisk Kommando havt frá Sirius-patruljuni umborð á skipinum.

– Hóast støðan er trupul, so hevur Arktisk Kommando nú fingið trygd fyri, at skipsmanningin og ferðafólkini hava tað eftir umstøðunum gott, skrivar Arktisk Kommando á Facebook.

Arktisk Kommando sigur eisini, at tað eru ikki ábendingar um, at skipið hevur fingið skaða.

Ocean Explorer rendi seg fast mánadagin, men enn hevur tað ikki eydnast skipinum at blíva leyst aftur. Sjóverjuskipið Knud Rasmussen er nú á veg til ferðamannaskipið, men er nokk ikki frammi fyrr enn fríggjamorgunin.

Tað eru onnur skip á leiðini, skuldi tørvur verið á tí.

206 fólk eru umborð á Ocean Explorer.

Tað er avstralska ferðavinnufelagið Aurora Expeditions, ið stendur fyri hesum túrinum, sum Ocean Explorer er farin á.

(Mynd: SIRIUS/Arktisk Kommando)