Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Casper Ruud vann greiðan sigur á Holger Rune

Júst sum í fjórðingsfinaluni í French Open í fjør vann Casper Ruud greiðan sigur í fýra settum móti Holger Rune

Norski Casper Ruud vann í gjár ein greiðan sigur á Holger Rune í fjórðingsfinaluni í French Open kappingini.  

Hetta er annað árið á rað, at teir báðir hittust í fjórðingsfinalun í kappingini, og hetta er eisini annað árið á rað, at norðmaðurin vann í fýra settum á evnaríka unga danskaranum.

Alt bendi á, at talan fór at vera um skrædl hjá Holger Rune, sum kom óalmindeliga illa frá byrjan. Ruud breyt allar servurnar hjá Rune uttan eina í fyrsta setti. Uttan iva var talan um ringasta settið, ið Rune hevur spælt til alla kappingina, og hann gjørdi ikki færri enn fimm dupultfeilir og 18 óprovokeraðar feilir í fyrsta setti.

Annað sett var ikki nógv betri hjá Rune, og tá júst meira enn ein tími var spældur, hevði Ruud vunnið bæði fyrstu settini við 6-1 6-2.

Nú ressaðist Rune, og hann legði út við at bróta norsku servuna beinan vegin í triðja setti. 

Ruud megnaði ongantíð at taka Rune aftur í triðja setti, sum Rune vann 3-6.

Nú var eitt sindur javnari aftur, og líkt var til at talan fór at vera um eina rætta French Open fjórðingsfinalu fyri rest. Rune gjørdi kortini skjótt av og breyt longu servu til 3-1.

Eftir hetta var torført at síggja, hvussu Rune skuldi megna at koma á javnt aftur. Forhondin hjá Ruud sat væl, og tað var ein greið kensla av, at Ruud ætlaði sær avstað við sigrinum.

Støðan stóð 5-2 til Ruud í fjórða setti, og Ruud spældi seg til tríggjar matchbóltar á servuni hjá Rune. Partíið gjørdist langt, men Rune bjargaði teimum øllum til støðuna 5-3, og Ruud fekk síðani møguleikan at serva sigurin í hús.

Les eisini...  Turið Nolsøe vart ph.d. á Københavns Universitet

Her fekk hann tríggjar matchbóltar aftrat við støðuni 40-0, og hóast ein teirra var bjargaður, so megnaði Rune ikki at venda gongdini, og Ruud vann fjórða sett við úrslitinum 6-3.

Og tað var eisini eitt meira vinarligt lógvatak við netið hesaferð millum teir báðar, enn tað var í fjør, tá Ruud rysti á høvdinum eftir atburðinum hjá Rune, sum tá hevði skeldast bæði við venjaratoymið og við dómaran.

Í hinum fjórðingsfinalunum vann Carlos Alcaraz á Stefanos Tsitsipas, Novak Djokovic vann á Karen Khachanov, og Alexander Zverev vann á Tomas Etcheverry.

Hjá Alexander Zverev var talan um ein kenslubornan sigur, tí tað var til hálvfinaluna í French Open í fjør, at hann meiðslaði sær økulin so illa, at hann mátti fara frá kappingini í koyristóli og var burtur frá øllum kappingum í meira enn eitt hálvt ár.

Carlos Alcaraz og Novak Djokovic bresta saman í aðrari hálvfinaluni, meðan Ruud og Zverev spæla hina.

Báðar hálvfinalurnar verða spældar í morgin klokkan 14.