Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Búskaparráðið mælir til at seta í verk eitt fíggjarpolitiskt regluverk

Búskaparráðið mælir politisku skipanini til í eini breiðari semju at seta sær mál fyri úrslitið hjá almenna geiranum tíggju ár fram í tíð, sum er í samsvar við ein haldføran búskap í langa høpinum, tað vil siga hjá landi og kommunum undir einum

Sambært seinastu temafrágreiðing hjá Búskaparráðnum, er førdi fíggjarpoitikkurin ikki haldførur. Hetta kemur av, at tað í framtíðini ikki verður sama lutfall sum í dag millum talið av forsyrgjarum og teimum, ið skulu forsyrgjast.

– Miðal livitíðin hjá føroyingum er økt og talið av árum á pensjón er økt tilsvarandi. Tað er tískil, longu sum nú er, vorðið tyngri hjá arbeiðsfjøldini at fíggja útreiðslurnar til vælferðartænasturnar, sigur Búskaparráðið.

Ráðið heldur, at royndirnar vísa, at tað er torført hjá politisku skipanini at standa ímóti og ikki at økja um nýtsluna í góðum tíðum. Búskaparráðið mælir tí politisku skipanini til at seta í verk eitt fíggjarpolitiskt regluverk, sum setir eitt hámark fyri, hvussu nógv almennu rakstrarútreiðslurnar kunnu veksa árliga, soleiðis at útreiðsluvøksturin ikki av sær sjálvum fylgir inntøkuvøkstrinum.

– Øll viðurskifti, sum lækka almennu útreiðslurnar ella hækka inntøkurnar, bøta um fíggjarpolitiska haldførið. At hækka pensjónsaldurin betrar um haldførið, bæði tí pensjónsútreiðslurnar hjá landskassnum minka, og tí almennu inntøkurnar hækka av, at fólk halda fram á arbeiðsmarknaðinum, sigur Búskaparráðið.

Búskaparráðið sigur, at verða átøk ikki framd, so fer almenni geirin sum frálíður at fáa eitt áhaldandi og veksandi hall, og fíggingartørvurin fer komandi 40 árini at svara til 45 milliardir krónur tilsamans. Verður pensjónsaldurin øktur við einum ári fimta hvørt ár við byrjan í 2035, minkar fíggingartørvurin hinvegin niður í 12 milliardir krónur komandi 40 árini.

– Neyðugt er, at politiska skipanin, umframt at hækka pensjónsaldurin við einum ári fimta hvørt ár, fremur nýskipanir sum økja um inntøkurnar og minka um útreiðslur í almenna geiranum, fyri at almenna skuldin ikki áhaldandi skal veksa, heldur Búskaparráðið.

Les eisini...  Búskaparráðið: Avgerð um at hækka penjónsaldurin má takast í 2024

Búskaparráðið mælir tí politisku skipanini til í eini breiðari semju at seta sær mál fyri úrslitið hjá almenna geiranum tíggju ár fram í tíð, sum er í samsvar við ein haldføran búskap í langa høpinum, tað vil siga hjá landi og kommunum undir einum. Politiska skipanin kann eitt nú seta sær fyri, at almennu útreiðslurnar og inntøkurnar skulu javnviga í 2035.

Síðan mælir Búskaparráðið til, at almennu inntøkurnar verða mettar fram til 2035, og hvørt hesar inntøkur røkka til at fíggja væntaðu almennu útreiðslurnar, sum haldføriskanningin hjá Búskaparráðnum vísur, tær ikki gera.

– Er ikki ynski um at fremja nýskipanir, má politiska skipanin greiða frá, hvussu nógv ávísar almennar tænastur og veitingar skulu skerjast, ella hvussu nógv skatturin skal hækka, fyri at røkka málinum um javnvág millum inntøkur og útreiðslur í 2035.

– Eftirfylgjandi samráðast land og kommunur um ein útreiðslukarm, ið fevnir um eitt styttri tíðarskeið, til dømis fýra ár. Útreiðslukarmurin liggur fastur, men kommunurnar kunnu frítt raðfesta innanfyri karmin, sum teimum lystir. Karmurin skal vera treytaður av, at málið um javnvág í 2035, verður rokkið, sigur Búskaparráðið.

Les várfrágreiðingina hjá búskaparáðnum her.

Kelda: Búskaparráðið