Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fyrilestur: Siðvenjur í sambandi við grind í Karibia og í Føroyum

Tjóðsavnið skipar fyri almennum fyrilestri komandi hóskvøld við amerikanska granskaranum Russell Fielding um mentan og siðvenjur í sambandi við grind í karibiska St. Vincent & Grenadines og í Føroyum

Komandi hóskvøld skipar Tjóðsavnið fyri almennum fyrilestri við amerikanska granskaranum Russell Fielding um mentan og siðvenjur í sambandi við grind í karibiska St. Vincent & Grenadines og í Føroyum.

Hóast Føroyar kunnu tykjast fullkomiliga ólíkar einum karibiskum oyggjasamfelagi, hava vit nógv til felags – eitt tætt samband við havið og tilfeingið, havið gevur. Fyrilesturin tekur støði í 20 ára gransking um mentanarliga og búskaparliga leiklutin, grindin hevur havt, og enn hevur í teimum báðum oyggjasafeløgunum.

Russell Fielding er lektari í geografi á HTC Honors College á Coastal Carolina University í USA. Hann hevur skrivað bókina “The Wake of the Whale: Hunter Societies in Caribbean and North Atlantic”. Bókin verður til sølu og rithøvundurin kann signera hana.

Fyrilesturin verður hóskvøldið 15. juni klokkan 19 á Tjóðsavninum í Brekkutúni 6.