Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Jákup Pauli: Nú koyrir tað væl hjá AB

Hoyr frásøgumannin, Petur Jákup Heinesen og viðmerkjaran, Jógvan S. Heinesen siga frá báðum málunum, ið vóru skotin í 2-0 sigrinum hjá AB á ÍF inni í Vika á Argjum. Hoyr eisini samrøðurnar Petur Jákup gjørdi við liðskiparan hjá AB, Jákup Paula Breckmann og við høvuðsvenjaran hjá ÍF, Aleksandar Jovevic. Hoyr eisini Jógvan taka samanum dystin.

Jákup Pauli er ovurfegin um fyrsta sigurin hjá AB hetta kappingarárið: – Nú koyrir tað væl hjá AB, staðfestir hann. Og tað kann hann eisini, tí AB hevði tvey góð avrik móti KÍ og B36 undan dystinum í dag.

Aleksandar sigur seg ikki vera órógvaðan av, at ÍF hevur tapt sjeynda dystin á rað. Hann er vísur í, at marginalarnir fara at koppa til ÍF, og tað fer at venda skjótt hjá ÍF.

Seinast í ljóðbrotinum hoyrist eisini ein samrøða við Marius Thomassen, formann í Argja Bóltfelag um dagsins dyst, og um hvussu AB fer at loysa spurningin um høvuðsvenjaran. Marius er harmur um, at Morten B. Overgaard, ið bert hevur eitt fyribils loyvið upp á 60 dagar at standa á odda fyri AB má leggja frá sær so tíðliga. Hann heldur, at tað átti at borið til at kunnað verið høvuðsvenjari um viðkomandi byrjaði upp á A-lisensin.

Mynd: Jógvan S. Heinesen