Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Turkaði endan tað var onki fjas

Tann 11. juni 1990 hevði enski Gary Lineker tvær minniligar løtur undir HM, tá hann skoraði eitt mál ímóti Írlandi og ikki fekk bilbugt við búkilsku.

Framman fyri 35.238 áskoðarum á leikvøllinum hjá Cagliari, Stadio Sant’Elia, møttust Ongland og Írland í fyrsta dystinum í bólkaspælinum. Lineker, sum endaði fyrsta kappingarárið við Tottenham Hotspur sum toppskjútti í bestu deildini, legði Ongland á odda 1-0 í 8. minutti. Chris Waddle sendi eina langa sending inn í brotsteigin, har Lineker rann inn í bóltin og bringaði hann fram við írska málverjanum, sum lá endilangur. Bólturin sprakk upp um beinið hjá málverjanum og rullaði móti málinum. Í harðari kapprenning við tveir írskar verjuleikarar fekk Lineker skreiðað bóltin í málið.

Írski miðvallarleikarin, Kevin Sheedy, javnaði í 72. minutti og dysturin endaði 1-1. Bæði liðini komu víðari úr bólkinum, men Írland tapti fyri Italia í fjórðingsfinaluni, meðan Ongland mátti lúta fyri Vesturtýsklandi í hálvfinaluni.

Tá skrivaðu bløðini, at Lineker stríddist við búkilsku undir dystinum, men 20 ár seinni greiddi Lineker frá allari líðingini – meðan hann royndi at takkla, kukkaði hann í buksurnar. Upptøkur frá dystinum vísa, at Lineker akar rumpuna og turkar hendurnar í grasinum. Tá hann seinni greiddi frá hendingini, helt hann fyri, at “hann hevði ongantíð hevði havt so gott pláss á vøllinum.”