Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Bardagin í Bordeaux

Tann 12. juni 1938 spældu Brazil og Tjekkoslovakia ein 1-1 javnleik í fjórðingsfinaluni í HM á leikvøllinum hjá Bordeaux, Parc Lescure, har 19.000 áskoðarar sóu dystin. Tjekkslovakia hevði spælt finaluna í undanfarnu HM-kapping í 1934.

Brazil legði seg á odda 1-0 í 30. minutti við einum máli frá Leônidas, sum gjørdist toppskjútti í kappingini við 7 málum. Tjekkoslovakia javnaði í 65. minutti, tá Oldřich Nejedlý, sum var toppskjútti í undanfarna HM-endaspælinum við 5 málum, skoraði upp á brotsspark. Liðini spældu 30 minuttir av longdari leiktíð, men dysturin endaði 1-1.

Dysturin varð síðani kallaður Bardagin í Bordeaux , tí hann gjørdist óvanliga ógvisligur, tá tríggir leikarar fingu reytt kort fyri alt ov harðar takklingar – Machado og Zezé Procópio frá Brazil, og Jan Říha frá Tjekkoslovakia. Nógvir skaðar vóru, har tjekkoslovakarnir vóru harðast raktir – Nejedlý breyt høgra bein, Josef Košťálek fekk skaða í magan, og málmaðurin og liðskiparin, František Plánička, breyt høgra arm. Brasilianararnir sluppu heldur ikki óskalaðir, tí Leônidas og José Perácio fóru av vøllinum við skaða.

Liðini spældu umdystin tann 14. juni, har bæði liðini spældu við fleiri eykamonnum. Leônidas fekk hóast alt spælt og skoraði í 2-1 sigrinum hjá Brazil.

Brazil spardi síðani Leônidas í hálvfinaluni ímóti verandi og komandi heimsmeistarum, Italia, sum vann 2-1. Brazil noyddist tískil at spæla bronsudyst ímóti Svøríki og vann 4-2 við tveimum málum frá Leônidas.