Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Koyrdi frá staðnum

Í gjárkvøldið hendi eitt bilóhapp, tá ein bilur rendi á ein annan bil, men heldur enn at vita eftir, um alt stóð væl til, koyrdi bilførarin frá staðnum. Løgreglan tók tó bilføraran eina løtu seinni

Tað hevur verið eitt friðarligt døgn hjá Føroya Politi, men beint fyri midnátt í gjárkvøldið varð ringt til løgregluna, tí ein bilur hevði rent á ein annan bil. Men ikki nokk við tað. Bilførarin, ið hevði rent á hin bilin, koyrdi frá staðnum.

Hetta var í norðurøkinum.

Stutt eftir, at løgreglan hevði fingið boðini, varð farið at leita eftir bilføraranum, tí illgruni var um, at bilførarin møguliga hevði drukkið.

Bilførarin bleiv stutt eftir funnin, og illgrunin kom ikki av ongum, tí tað vísti seg, at hann hevði ov høga promillu, tá bilførarin blásti í alkometrið.

Blóðroynd varð eisini tikin av bilføraranum, ið er skuldsettur fyri at hava koyrt við kenning.