Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Dánial Hoydal og Annika Øyrabø Jacobsen tilnevnd at fáa Astrid Lindgren Memorial Award

Rithøvundafelag Føroya hevur í ár tilnevnt Dánial Hoydal og Anniku Øyrabø Jacobsen til at fáa stóru altjóða virðislønina Astrid Lindgren Memorial Award í 2024, eisini kend sum ALMA

Rithøvundafelag Føroya hevur í ár tilnevnt Dánial Hoydal og Anniku Øyrabø Jacobsen til at fáa stóru altjóða virðislønina Astrid Lindgren Memorial Award í 2024, eisini kend sum ALMA.

Dánial og Annika fingu í 2022 bæði Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar Býráðs og Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins fyri bókina “Abbi og eg og abbi”, og tey vórðu eisini tilnevnd at fáa Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2022.

Tey hava síðan tá útgivið eina bók afturat saman, Strikurnar, og fyri hana eru tey aftur í ár tilnevnd at fáa Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins.

ALMA-virðislønin er heimsins størsta virðisløn, sum veður latin rithøvundum, sum skriva barna- og ungdómsbøkur. Hon er fimm milliónir svenskar krónur. Tað er 3,2 milliónir krónur í okkara peningi.

Virðislønin kann latast einstaklingum og felagsskapum, sum virka fyri at styrkja lesihugin hjá børnum og ungum.

Í heyst verður kunngjørt, hvørji onnur eru tilnevnd, og á vári 2024 verður kunngjørt, hvørt fær virðislønina. Til ber at fylgja við og at lesa mera um virðislønina á alma.se.