Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Silvio Berlusconi er deyður

Fyrrverandi italski forsætisráðharrin Silvio Berlusconi er deyður. Hann gjørdist 86 ár

Fyrrverandi italski forsætisráðharrin Silvio Berlusconi er deyður. Hann bleiv 86 ár gamal.

Tað eru italskir miðlar, ið boða frá hesum.

Berlusconi hevur verið innlagdur á sjúkrahúsi fleiri ferðir seinastu árini

Sambært la Repubblica hevur Silvio Berlusconi verið krabbameinssjúkur í longri tíð, og svav stillisliga inn á San Raffaele-sjúkrahúsinum í Milano tíðliga í morgun.

Deildi vøtnini

Berlusconi stovnaði Forza Italia-flokkin í 1993, og var í trimum umførum forsætisráðharri í Italia. Seinasta tíðarskeiðið sat hann frá 2008 til 2011.

Tá tað var forsetaval í Italia í fjør, hevði Berlusconi boðað frá, at hann fór at stilla upp sum valevni, men hann trekti seg beint áðrenn valstríðið byrjaði vegna heilsutrupulleikar.

Berlusconi var kendur politikkari, sum deildi vøtnini í Italia. Hann hevur millum annað verið ákærdur fyri fleiri sexgølum, og hevur eisini dóm fyri skattasvik.

Men í og við, at hann átti fleiri sjónvarpsstøðir – harímillum tær tríggjar RAI-tjóðarrásirnar, so hevði hann einkarætt til landsdekkandi sjónvarp, har hann regluliga var at síggja, tá ið ákærur vórðu reistar ímóti honum.

Áður átti hann eisini italska fótbóltsliðið AC Milan, og fram til deyða sín átti hann fótbóltsfelagið AC Monza.