Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hørður avloysir Mads Boe

Tað verður Hørður Askham úr HB, ið avloysir Mads Boe Mikkelsen til landsdystirnar móti Kekkia og Albania

Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum, hevur sent boð eftir Hørði Askham úr HB til EM-undankappingardystirnar móti Kekkia og Albania.

Hørður Askham avloysir Mads Boe Mikkelsen úr KÍ, ið orsaka av skaða hevur givið avboð.

– Hetta er ikki eitt beinleiðis býti, tí teir, Hørður og Mads, eru rættuliga ólíkir. Heldur royna vit at umskipa miðvøllin eitt sindur, sigur Håkan Ericson við heimasíðuna hjá FSF.

Manslandsliðið skal í næstum spæla tveir EM-undankappingardystir á heimavølli. Seinni í vikuni, leygardagin 17. juni klokkan 19:45 kemur Kekkia á vitjan, og týsdagin 20. juni, somuleiðis klokkan 19:45, spæla Føroyar og Albania á Tórsvølli

Atgongumerki fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya, www.FSF.fo.

Kelda: Hans Erik Danielsen/fsf.fo