Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Silver League: Bæði menn og kvinnur taptu um vikuskiftið

Tað gjørdist til tap bæði hjá monnunum og hjá kvinnunum í Silver-League dystunum um vikuskifitð. Menninir hava nú spælt sín seinasta dyst ehsaferð, men kvinnurnar spæla í ovurmorgin móti Georgia aftur

Bæði landsliðini hjá monnum og hjá kvinnum spældu um vikuskifti dystir í Silver League, og tað gjørdist til tap hjá báðum føroysku liðunum.

Føroyska manslandsliðið spældi seinasta dystin í Silver League kappingini móti Lettlandi, og Lettiska heimaliðið vann greiðan sigur við settúrslitunum 25-11 25-15 og 25-10.

Talan var um eitt skert lið, sum var farið til Lettlands at spæla hendan seinasta dystin í kappingini, har fleiri avboð vóru vegna próvtøku. Hetta sást eisini aftur á úrslitinum, sum var væl lakari enn í heimadystinum vikuskiftið frammanundan, har Føroyar fingu 17, 16 og 16 stig stig í teimum trimum settunum.

Boban Ilic, venjari, hevði eisini boðað frá, at hann fór at brúka nógvar av teimum ungu og óroyndu leikarunum. Hetta skuldi síggjast sum ein íløga í framtíðina, sum kanska kostar nøkur stig her og nú, men sum eftir ætlan skal bera ávøkst í framtíðini.

Føroyska kvinnulandsliðið var eisini og spældi uttan fyri landoddarnar, hesaferð í Portugal.

Eisini her gjørdist tað til ein greiðan sigur til heimaliðið, sum vann við settúrslitunum 25-9 25-13 og 25-9.

Besti spælari hjá Føroyum var Sofía Purkhús Splidt, sum vann Føroyum 12 stig.
Bara Julia Kavalenka og Maria Lopes vunnu fleiri stig í dystinum við ávíkavist 16 og 14.

Meðan menninir hava spælt sín seinasta dyst, hava kvinnurnar enn ein dyst eftir. Tann dysturin verður mikudagin, og hann er ímóti í Georgia, sum Føroyar vunnu á á heimavølli 3-1.