Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kanningarstjórin: Jacob Vestergaard drálaði tilvitað at viðgera umsóknirnar

Ken Nónklett, kanningarstjóri, metir ikki, at tað er grundarlag fyri, at Jacob Vestergaard tilætlað ella við grovum ósketni hevur skúgvað til viks tær skyldur, sum liggja á honum, sambært løgtingslóg um stýrisskipan Føroya ella lóg um ábyrgd landsstýrismanna

Í dag klokkan 13 legði Ken Nónklett, kanningarstjóri, fram kanningina um embætisførsluna hjá Jacob Vestergaard í samband við útlutingar av fiskirættindum í 2020 og 2021.

Ken Nónklett, kanningarstjóri, metir ikki, at tað er grundarlag fyri, at Jacob Vestergaard tilætlað ella við grovum ósketni hevur skúgvað til viks tær skyldur, sum liggja á honum, sambært løgtingslóg um stýrisskipan Føroya ella lóg um ábyrgd landsstýrismanna, men hann metir, at Jacob Vestergaard tilvitað hevur drálað við at viðgera umsóknirnar.

– Eg meti tað vera brot á góðan fyrisitingarsið, at umsøkjarar ikki fáa formligt svar upp á sínar umsóknir fyrr enn í mai mánað í 2021. Hetta er umleið níggju mánaðir eftir, at umsóknirnar eru lætnar Fiskimálaráðnum. Vísandi til munnligu frágreiðingina hjá landsstýrismanninum 28. oktober 2022, har landsstýrismaðurin viðgongur, at hann valdi at bíða við at avgreiða umsóknirnar, meti eg ikki, at talan er um tilvitað brot á óskrivaðu fyrisitingarrættarligu reglurnar um góðan fyrisitingarsið, sigur kanningarstjórin, Ken Nónklett.

Kanningarstjórin metir tí ikki, at tað er grundarlag fyri at reisa sak móti fyrrverandi landsstýrismanninum í fiskimálum, Jacob Vestergaard, men hevði hann verið landsstýrismaður í dag, so hevði hann fingið eina sokallaða nøs.

Tað var í mars í fjør, at Jógvan á Lakjuni, táverandi løgtingsformaður, tilnevndi Ken Nónklett, sakførara, til kanningarstjóra, ið skuldi kanna, um Jacob Vestergaard, fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur umsitið sítt málsøkið á lógligan hátt í sambandi við útlutingar av fiskirættindum í 2020 og 2021.

Umsitingin hjá løgtinginum gjørdi vart við, at grundarlag var ikki fyri at seta kanningarstjóra at kanna tíðarskeiðnum frá 2010 og frameftir, og tíðarskeiðið 2018-2019.