Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fyrrverandi arbeiðsmaður í tunnilstoyminum: Allar sersømdir vórðu tiknar frá okkum

– Arbeiðsumstøðurnar undir deildarleiðaranum fyri Verkætlanardeildina og fyrrverandi stjóranum í Landsverki gjørdust út av lagi vánaligar, sigur fyrrverandi arbeiðsmaður í tunnilstoyminum, sum var við til at gera Dalstunnilin. Fyrrverandi stjórin í Landsverki vísir hesum aftur

– Líka so skjótt sum Dalstunnilin varð skotin ígjøgnum, so gjørdust arbeiðsumstøðurnar hjá okkum í tunnilstoyminum heilt øðrvísi. Tí valdu vit at gevast í tunnilstoyminum.

Soleiðis greiðir ein fyrrverandi arbeiðsmaður í tunnilstoyminum hjá Landsverki, ið ynskir at vera ónevndur, hví hann og tveir aðrir arbeiðsmenn valdu at siga seg úr starvi í tunnilstoyminum, sum seinast hevur borað og arbeitt við Dalstunlinum.

Síðan tá er tann eini av hesum trimum farin aftur í sítt starv í tunnilstoyminum.

Í samband við, at hesir tríggir arbeiðsmenninir søgdu seg úr starvi, spurdi løgtingsmaðurin Jacob Vestergaard landsstýrismanninum í samferðslumálum, Dennis Holm, ein grein 52a fyrispurning, hví søkt bleiv eftir fólki til tunnilstoymið, hvar arbeiðsfólkið, sum arbeiddi í Dalstunlinum, var blivið av, og um nøkur ósemja var.

Dennis Holm svaraði fyrispurninginum stutt og greitt, at fyrr í ár søgdu trý arbeiðsfólk seg úr starvi, og at orsøkin var, at tey vóru ónøgd við lønarviðurskifti og setanartreytir í sambandi við tunnilsarbeiðið. Lýst varð tí eftir starvsfólki, og eru fólk sett í starv. Eisini sigur landsstýrismaðurin, at arbeiðið inni í tunlinum varð nakað seinkað, meðan lýst varð eftir fólki, men nú gongur arbeiðið, eftir ætlan.

Mistu sersømdirnar
Fyrrverandi arbeiðsmaðurin í tunnilstoyminum greiðir frá, at tá ið teir vórðu settir í starv at gera tunnilin til Dals, fingu teir at vita, at teir ikki kundu fáa somu sømdir sum tey á privata marknaðinum, men afturfyri kundu teir fáa ókeypis bil frá Landsverk, ókeypis telefon og annars ongar útreiðslur hava frá tí, tá teir fóru heimanífrá og til teir vóru aftur við hús, eftir at hava arbeitt 11 dagar út í eitt. Meðan Dalstunnilin bleiv boraður, arbeiddu menninir í 11 dagar, og høvdu so frí í tíggju dagar.

Les eisini...  Tyrlan eftir russiskum sjófólki

– Tann skipanin var galdandi í fýra ár, men líka so skjótt sum Dalstunnilin var skotin ígjøgnum, so fekk pípan brádliga eitt annað ljóð, tí nú byrjaði leiðslan í Landsverki at broyta upp á tær sømdir, ið vit í tunnilstoyminum annars høvdu havt.

– Fyrst vórðu bilarnir tiknir frá okkum, og stutt eftir fingu vit ein teldupost frá Sigurði Ó. Vang (deildarleiðara fyri Verkætlanardeildina á Landsverki, jour.), at vit ikki longur høvdu loyvi til at brúka SSL-ferðakortið, tí nú skuldu vit gjalda alt sjálvir, greiðir fyrrverandi arbeiðsmaðurin frá.

FM1 hevur verið í samband við Sigurð Ó. Vang og biðið hann um at koma við einari viðmerking um hesi viðurskifti, sum fyrrverandi arbeiðsmaðurin vísir á, men hann hevur ikki vent aftur.

Fyrrverandi arbeiðsmaðurin í tunnilstoyminum fortelur, at tað kendist sum um, at tað bleiv hildið eyga við arbeiðsmonnunum, har arbeiðsmenninir til endans kendu tað soleiðis, at teir kundu mestsum ikki tosa sínamillum, uttan at tað endaði í leiðsluni í Landsverk.

– Tað bleiv til rein forfylging á okkum arbeiðsfólk til endans av stjóranum tá, Sigurd Lamhauge, og leiðaranum fyri verkætlanardeildina í Landsverk, Sigurð Ó. Vang, at vit avgjørdu at siga upp, greiðir fyrrverandi arbeiðsmaðurin í tunnilstoyminum frá.

Hann greiðir frá, at arbeiðsmenninir hava arbeitt fyri vanliga arbeiðsmannaløn, hóast langar arbeiðsdagar, skeivar arbeiðstíðir og ótryggar arbeiðsumstøður í tunlinum, og tunnilstoymið hevur heldur ikki fingið nakað vandaískoyti, hóast spurt varð um hetta.

– Lønin var út av lagi vánalig, og vit hava, síðan vit fóru undir at gera Dalstunnilin, roynt at fingið betri sømdir fyri okkara arbeiði, men tað hevur Landsverk, og serliga fyrrverandi stjórin, verið harðliga ímóti.

Les eisini...  Dennis Holm vil lova línuskipum og útróðrarbátum á Føroyabanka aftur í ár

Fyrrverandi arbeiðsmaðurin greiðir frá, at teir høvdu fingið sum krav at gera klárt til tvær spreingingar um dagin frá fyrrverandi stjóranum, og tí vóru vaktirnar ofta 16-18 tímar langar.

– Vit royndu at tryggja tunnilin sum frægast eftir spreingingar, har vit ruddaðu leysa grótið vekk av loftinum, men tá stjórin vitjaði, so vildi hann hava okkum niður og heldur hugsavna okkum at gera klárt til spreingingar, so vit kendu okkum ikki heilt tryggar við støðuna viðhvørt, greiðir fyrrverandi arbeiðsmaðurin í tunnilstoyminum frá.

Vísir ákærunum aftur
Fyrrverandi stjórin í Landsverki, Sigurd L. Lamhauge, hevur ikki nógvar viðmerkingar til málið og tær ákærur, sum fyrrverandi arbeiðsmaðurin í tunnilstoyminum kemur við, men vísir staðiliga aftur, at tað hevur verið ótrygt hjá arbeiðsfólkunum, ið hava arbeitt og borað í Dalstunlinum.

– Hatta er nakað tvass, at tað var ótrygt at arbeiða í Dalstunlinum. Um arbeiðsmenninir hava kent seg ótryggar, so er tað upp til arbeiðsformannin at vísa á hetta, og tað er eisini hann, sum altíð hevur ábyrgdina, tá tað kemur til trygdina, sigur Sigurd L. Lamhauge.

Tá tað kemur til sersømdirnar, sum arbeiðsmenninir siga seg hava mist, so sigur fyrrverandi stjórin í Landsverki, at talan er um almenn viðurskifti, tá fólk arbeiða fyri Landsverk, og tí varð avgerð tikin um at rudda upp í hesum sømdum.

FM1 hevur roynt at fingið eina viðmerking frá arbeiðsformanninum í Dalstunlinum, Frits Poulsen, men hann hevur ongar viðmerkingar til málið. Hann harmast tó, at nakrar mans valdu at siga upp í toyminum, men er tó glaður fyri, at tann eini nú er komin aftur.

Les eisini...  12 føroysk ítróttarfólk luttaka í Special Olympics World Games 2023

Byrja at bora Tjørnuvíkartunnilin næsta ár
Tá ið tunnilstoymið hjá Landsverki er liðugt við Dalstunnilin, so er ætlanin at farið verður undir at gera tunnil til Tjørnuvíkar.

Á borgarafundi í Tjørnuvík 6. mars kom fram, at roknað verður við, at grivið verður til tunnilsmunnan við Marmaskallará um 8 – 12 mánaðir – alt eftir, hvussu tað fer at ganga við at fáa neyðug loyvi til tunnilsgerðina og keyp av lendi upp á pláss.

– Søkt verður nú um loyvi frá friðingarmyndugleikum til at kunna fremja verkætlanina, og farið verður undir at keypa lendi báðumegin tunnilsmunnarnar, segði Landsstýrismaðurin við samferðslumálum, Dennis Holm, í farna mánað.