Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Málið um rán á Hotel Føroyum fyri rættin í dag

Fýra ungfólk eru ákærd fyri at hava nýtt harðskap at noyða ein mann at flyta pening til eina konto

Málið um rán á Hotel Føroyum verður í Føroya rætti í dag.

Tveir mans og tvær kvinnur eru ákærd fyri at hava hótt ein mann við knívi, og noydd hann at flyta pening inn á eina konto hjá tí eina rænararanum.

Rættarfundur í hesum málinum skuldi vera seinast í februar, men málið hevur verið útsett, tí tann eini ákærdi møtti ikki upp í rættinum til ásettu tíðina, tí hann var farin av landinum.

Ákæruvaldið visti rættiliga skjótt, at maðurin var stungin av til Danmarkar. Maðurin var í Danmark í meira enn ein mánaða, áðrenn hann kom aftur til Føroya, har hann varð handtikin.

Tey fýra ákærdu nokta seg sek í málinum, ið fór fram á Hotel Føroyum í apríl 2021.

Rætturin hevur sett tveir dagar av at viðgera málið.