Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fólk vóru ov full til at verða avhoyrd

Harðskapur í býarlívinum, bilførari ávirkaður og nummarplátur tiknar. Her er brot úr løgreglufrágreiðingini fyri seinasta døgnið

Í dag er tað frídagur hjá summum, summi hava hálvan arbeiðsdag, meðan vit onnur hava ein vanligan arbeiðsdag í dag, og tað hevur løgreglan eisini, tí í nátt komu menn til ilnar uttanfyri eitt skeinkistað í Havn, har ein maður varð sligin – ella, sambært løgregluni – møguliga er sligin.

Tí tá politiið kom á staðið at avhoyra fólk, sum høvdu verið vitni til møguligu hendingina, so gekk tað ikki so væl við at avhoyra fólk, tí tey, sambært vaktleiðaranum hjá Føroya Politi, vóru í so góðum lag, at politiið gavst við at avhoyra fólk í nátt.

– Heldur fara vit at avhoyra fólk í dag ella í kvøld, tá fólk vónandi eru komin fyri seg aftur, so vit fáa avhoyrt tey, fyri at fáa greiðu á støðuni og kanna málið nærri, sigur vaktleiðarin.

Um nón í gjár hendi eitt soloóhapp á Kaldbaksvegnum, nær við Kaldbakstunnilin, tá ein bilførari misti tamarhaldið á bili sínum, ið fór av vegnum og bilurin endaði á takinum. Bilførarin fór til nærri kanningar á Landssjúkrahúsinum, men vaktleiðarin visti ikki í morgun at siga, um bilførarin hevur fingið álvarsligan skaða ella um tað var fyri at binda um heilan fingur, at førarin fór til nærri kanningar.

– Tað er eingin illgruni, at rúsdrekka hevur verið uppi í leikinum, greiðir vaktleiðarin frá.

Men seint seinnapartin í gjár bilur steðgaður í norðurøkinum, tí har var illgruni um, at bilførarin var ávirkaður. Og tað vísti seg eisini, at tað bilførarin var ávirkaður av rúsevni ella rúsevnum, tí blóðroynd varð tikin av bilføraranum, sum gav eitt positivt útslag, at talan var um rúsevni.

Les eisini...  Stór venjing í føroyskum sjóøki týsdagin

Løgreglan heldur eisini fram at taka nummarplátur av akførum, har vegskattaeftirstøður og annað, ið ger seg galdandi, og fyrranáttina og í nátt hava tilsamans 29 sett av nummarplátum verið tiknar av akførum í Eysturoynni og í Klaksvík.