Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Vertstjóðin noyddist at spæla undankappingardyst

Tað er bert hent eina ferð, at vertslandið noyddist at spæla undankappingardyst til HM-endaspæl, sum tað sjálvt hevur skipað fyri.

Tann 25. mars 1934 spældi Italia higartil einasta undankappingardyst, sum ein vertstjóð hevur verið noytt at spælt undan einum HM-endaspæli. Tað eydnaðist Italia at vinna 4-0 á Grikkalandi framman fyri 20.000 áskoðarum á San Siro leikvøllinum í Milano.

HM-endaspælið í 1934 var bara næsta HM-endaspælið og tað fyrsta, har tað var neyðugt við einari undankapping. FIFA hevði bjóðað øllum limum at kappast í undanfarna HM-endaspæli, men bert 13 lond tóku ímóti innbjóðingini og tískil var ikki neyðugt við einari undankapping. Í 1934 ynsktu hinvegin heili 32 lond at kappast. Fyri at finna fram til tey 16 londini, sum skuldu til fyri at fáa eina hóskandi kapping, vórðu tey 32 lond býtt í 12 bólkar. Flestu bólkarnir høvdu tvey ella trý lond, hóast ein bólkur varð mannaður við fýra liðum. Bólkarnir vórðu býttir sundur sambært landafrøðini og Italia endaði sostatt í bólki 3 saman við Grikkalandi.

Tá Italia og Grikkaland møttust í Milano tann 25. Mars 1934, stýrdu teir Bláu frá byrjan til enda. Grikkarnir hildu málið reint størsta partrin av fyrra hálvleiki, men skaptu sjálvir fáar málmøguleikar. Í 40. Minutti eydnaðist tað endiliga Italia at fáa mál, tá brasilski-italienarin, Anfilogino Guarisi, skoraði. Málið gjørdi hol í sjógvin, tí áleyparin Giuseppe Meazza skoraði tvey mál (44’ og 71’), meðan miðvallarleikarin Giovanni Ferrari snýkti seg ímillum í 69. minutti.

Grikkarnir gjørdust so mótleysir av tapinum, at teir tóku seg úr kappingini, hóast teir áttu at spæla seinna dystin á heimavølli. Italia vann seg víðari til 1. umfar, har teir vunnu 7-1 á USA á vegnum til fyrsta HM-steypið.

Les eisini...  Feðgar á ferð á italskum

Undan HM-undankappingini í 1936 avgjørdi FIFA, at vertstjóðin átti sjálvsagt pláss í endaspælinum. Siðvenjan er framvegis galdandi og Italia er tískil einasta vertslandið í søguni, sum hevur spælt ein HM-undankappingardyst.