Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Teir ljósabláu vunnu finaluna

Fyrstu ferð nakrantíð hevur Uruguay vunnið HM fyri U20 landslið, tá liðið í kvøld vann 1-0 á Italia við máli frá Luciano Rodríguez.

Bæði í Argentina, har endaspælið hevur verið, og í Uruguay eru nógv ættarbond til Italia. Burturflytingin úr Italia til Uruguay og Argentina byrjaði í 1840-árunum og helt fram heilt til 1960-árini. Í dag eru 44% av fólkatalinum í Uruguay ættað úr Italia, so spenningurin var sera stórur undan finaluni.

Tvær ferðir áður hevur Uruguay verið í finaluni, men í 1997 tapti Uruguay fyri Argentina og í 2013 fyri Fraklandi, men vónirnar fingu eitt skot fyri bógvin, tá áleyparin úr Real Madrid, Álvaro Rodríguez, ikki varð leysgivin til endaspælið. Venjarin hjá Uruguay, Marcelo Broli, sum hevur spælt tríggjar A-landsdystir fyri Uruguay, hevur sett eitt vælvirkandi lið saman og Italia fekk onki bein til jørðina í finaluni.

Málmaðurin hjá Uruguay, Randall Rodríguez hevur hildið málið reint í seks av sjey dystum. Hann eigur sostatt metið saman við Cristopher Toselli frá Chile undir HM í 2007 og Mika frá Portugal undir HM 2011.

Bara Ongland megnaði at skora ímóti Uruguay. Ongland vann 3-2 í bólkaspælinum og vann eisini bólkin. Italia vann kortini á Onglandi í áttandapartsfinaluni.

Hóast Italia tapti, so varð Cesare Casadei úr Chelsea kosin besti leikari og hann gjørdist eisini toppskjútti við 7 málum, men fegnast mundi liðskiparin hjá Uruguay, Fabricio Díaz, vera, tá hann sum fyrsti uruguayari nakrantíð, lyfti U20 HM-steypið fyri Uruguay.