Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Houssem Aouar skiftir til Roma

AS Roma hevur styrkt seg á miðjuni við at heinta tann 24 ára gamla Houssem Aouar.

AS Roma váttaði fyrr í dag, at hava skrivað ein 5 ára sáttmála við miðvallaran Houssem Aouar.

Houssem Aouar kemur úr Lyon, hann hevur leikt 233 dystir og skorað 41 mál fyri tað franska felagið.

Aouar er sáttmálaleysur tann 30. juni 2023 við Lyon, tí kann AS Roma heinta hann frítt.

Tann 24 ára gamli miðvallarin hevur umboða tað franska landsliðið einaferð, sum var í einum vinardysti ímóti Ukraine.

Sjálvt um hann er føddur í Fraklandi, hevur hann røtur í Algeria.

Í mars valdi hann so at umboða landsliðið í Algeria. Enn hevur hann til góðar, at leika ein dyst við tað nýggja landsliðið.