Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fríkend fyri rán á Hotel Føroyum

Tey fýra ungu fólkini, ið vórðu ákærd fyri at hava rænt ein mann á Hotel Føroyum, vórðu í Føroya rætti í gjár fríkend fyri rán. Trý teirra vórðu kortini funnin sek í at hava framt harðskap móti órættaða manninum

Tey fýra ungu fólkini – tveir ungir menn og tvær ungar kvinnur –  ið vórðu ákærd fyri at ræna ein mann á einum hotellkamari á Hotel Føroyum í apríl mánaði í 2021, vóru í Føroya rætti í gjár fríkend fyri ránið.

Trý teirra vórðu kortini funnin sek fyri at hava fram harðskap móti órættaða í felag.

Rætturin metti ikki, at talan var um rán, tí tað var ivasamt, um hesi royndu at skaffa sær vinning av órøttum.

Hesin órættaði var fyrrverandi unnusti hjá aðrari gentuni, og hevði mánaðin frammaundan framt herverk á onkrar ognir hennara, og tað var hetta, ið tey høvdu roynt at fingið endurgjald fyri.

Tað varð staðfest í rættinum, at órættaði hevði altso flutt teimum pengar, og at hann hevði verið offur fyri harðskapi, sum teir báðir menninir og fyrrverandi unnustan høvdu fram.

Harumframt varð fyrrverandi unnustan eisini funnin sek í at hava framt vitnishóttanir, tí hon eftir tilburðin hevði sent órættaða tekstboð, har hon millum annað hevði biðið hann gera enda á sær sjálvum.

Hin kvinnan varð fríkend í øllum tí, sum hevði við tilburðin á Hotel Føroyum at gera, men hon varð kortini dømd 30 daga treytaða fongsulsrevsing fyri ein annan harðskapstilburð í býnum.

Annar av teimum báðum monnunum hevði eisini eina røð av øðrum ákærum, millum annað rúsdrekkakoyring og at hava rúsevni í varðveitslu. Hann fekk longsta dómin, sum var 5 mánaðar treytaleysa fongsulsrevsing.

Hin maðurin fekk 40 daga treytaleysa fongsulsrevsing, meðan fyrrverandi unnustan fekk fýra mánaðar treytaða fongsulsrevsing.

Rætturin gjørdi eisini av, at órættaði skuldi hava 17.000 krónur í endurgjaldi.