Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Petur heldur ikki fram í Lyngby

Gitingar hava verið um, at Petur Knudsen ikki fór at halda fram í Lyngby, og nú váttar felagið, at runavíkingurin heldur ikki fram fyri teir kongabláu í Lyngby

Petur Knudsen heldur ikki fram í Lyngby, nú sáttmálin við felagið gongur út í summar.

Tað skrivar Lyngby Boldklub á heimasíðu sínari.

Umframt Petur, so halda tríggir aðrir spælarar heldur ikki fram í felagnum – millum annað Thor Høholt, sum B36 leigaði í fjør.

– Petur Knudsen fekk ein langan skaða, men hann hevur stríðst seg ótrúliga væl aftur og spældi ein stóran leiklut fyri okkum í endanum av hesum kappingarárinum. Vit eru glað fyri tað, ið Petur hevur givið okkum, og eg eri vísur í, at hann – við sínum góðu avrikum nú í vár – fær ein góðan sáttmála í einum øðrum felag, sigur ítróttarstjórin í Lyngby, Niclas Kjeldsen, við heimasíðuna hjá felagnum.

– Allir fýra, ið vit siga farvæl við, hava verið ótrúliga góðir ambassadørar fyri okkum, og vit ynskja teimum alt tað besta framyvir. Teir eru altíð vælkomnir á vitjan hjá okkum, sigur Niclas Kjeldsen.

Men lesur tú viðmerkingar á sosialum miðlum, so eru Lyngby-viðhaldsfólk rættiliga bilsin, at Petur ikki heldur fram í felagnum. Eisini eru tað mong, sum geva ilt av sær, hví felagið ikki hevur valt at leingja samstarvið við unga runavíkingin.

Íslendskir miðlar seta Petur Knudsen í samband við fleiri íslendsk feløg, millum annað FH í Hafnafirði.

Petur Knudsen er saman við landsliðnum í hesum døgum, har dystirnir móti Kekkia og Albania eru á skránni, so fyri Petur er tað eisini ein góður sýnisgluggi at vísa seg fram, fær hann álitið frá landsliðsvenjaranum, Håkan Ericson.