Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Stefan: – Altíð gott at vera við landsliðnum

Beint undan hesum kappingarárinum gjørdi Stefan Radosavljevic sáttmála við Sligo Rovers í Írlandi. Hoyr hann taka stutt samanum fyrstu tíðina í Írlandi

Eina viku áðrenn kappingarárið byrjaði í Írlandi, gjørdi Stefan Radosavljevic sáttmála við Sligo Rovers. Byrjanin var góð hjá bæði Stefan og Sligo, har hann eisini skoraði eitt týdningarmikið mál, men nú er Sligo Rovers dottið niður á stigatalvuni, men tað skal betrast eftir landsliðssteðgin, sigur tvøramaðurin.

Men nú er landsliðsfótbóltur á skránni, og Stefan er glaður fyri, at hann hevur møguleika at vera við.

Hoyr Stefan Radosavljevic greiða frá um fyrstu tíðina í írskum fótbólti og komandi landsliðsuppgávuna: